Tað sigur Pál Weihe, stjóri í Fólkaheilsuráðnum, um vaksandi nýtsluna av rúsevnum í Føroyum.
Hann sigur soleiðis í skrivi:
Av og á seinastu árini hoyra vit í miðlunum um ung, sum óvæntað eru vorðin ávirkað av rúsevnum. Rúsevni eru so ymisk - bæði lóglig og ólóglig.
Alkohol er dømi um eitt rúsevni, sum vaksin kunnu keypa og drekka heilt lógliga. Loysingarevni, ætlað at koyra í máling ella í lím og gass, eru dømi um evni sum frítt kunnu keypast, men sum væl ber til at fáa eina kenning av eisini so stóra at tú doyr av henni. Eitt annað dømi um rúsevni eru heilivágur, sum kann hava rúsandi hjáárin, til dømis pínuheiluvágur.
Og so eru tað evnini, sum vit vanliga kalla rúsevni ella narkotika . Tað eru evnu sum hash, amfetamin, heroin, ecstasi og mong onnur. Felags fyri tey er, at tey eru ólóglig. Tað merkir at tað er ólógligt at flyta tey inn til Føroyar, tað er ólógligt at selja og keyp tey, eins og tað er ólógligt at eiga tey.
Narkotika hevur verið ein plága í nógvum samfeløgum. Ikki minst í stórbýunum í okkara grannalondum. Vit vita at narkotika verður brúkt í Føroyum eisini, men ikki í námindi av tí, vit vita verður brúkt í tí landinum, sum vit hava tættast samband við, nevniliga Danmark.
Hetta skildast ikki, at tráðanin eftir rúsevnum er minni í Føroyum enn í Danmark, men bert tað at vit liggja so fjarskotin og tað tí er so trupult at fáa fatur á teimum og tey eru so dýr.
Meginvegirnir hjá rúsevnjum til Føroya eru rættiliga einfaldir. Luftvegis við Atlantic Airways yvir flogvøllin í Vágum og sjóvegis við Norrønu. Hesar vegir til Føroya ger tollvaldið sítt besta fyri at halda eyga við. Soleiðis møta ferðafólk ofta einum snoddingarhundi bæði í Vágum og á kaiini í Havn. Ferðafólk, postur og ferðagóðs verða hjá okkum helst kanna munandi meira enn í okkara grannalondum.
Fólkaheilsuráðið hevur javnan fund við løgreglu og tollvald um støðuna viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum. Endamálið er at meta um støðuna: Um rúsevnini, sum funnin verða eru í vøkstri og um varhugi er um, at rúsevnini í umfari í samfeleganum eru vaksandi. Eisini verður á hesum fundum umrøtt um tøruvur er á at økja átøkini, sum løgregla og tollvald hvønn dag fremja. Niðurstøðan frá hesum fundum hava ikki verið serliga avgjørdar, tí í høvuðsheitum meta hesir myndugleikar, at tað, sum gjørt verður, er hóskandi í mun til truppulleikan.
Og Fólkaheilsuráðið tekur undir við hesum. Tað ber sjálvandi til at opna hvørt kuffert, hvørja tasku, hvønn brævbjálva, hvørja bingju, hvønn postpakka, hvørt einasta skip frá mastatoppi til kjalar, hvørt kamar og hvørja koyggju. Men vilja vit tað? Fólkaheilsuráðið er av tí fatan, at núverðandi átøk hjá eftirlitsmyndugleikunum eru á góðari leið.
Men rúsevni eru hóast tað í umfari og hvat er so til ráða at taka. Svarið er einfalt: Upplýsing og hugburðarrøkt. Tað ber til at ovurrúsa seg av alkoli, men lukkutíð eru tað lutfallsliga fá, sum gera tað í okkara landi. Og grundin er at vit hava lært heimanifrá, í skúlanum, í kirkjum og samkomun, at tað ikki er rætt. Skúlin, skúlaheilsuskipanin og Fólkaheilsuráðið royna at læra tey ungu, at narkotika er vandamikið. Bæði tí tað kann hava lívsoyðileggjandi bundinskap við sær, men eisini tí hesi rúsevni kunnu hava lívsheittisliga akutta eitran við sær; enntá deyða, tí andadrátturin verður doydur so nógv, at persónurin doyr av iltmangli.
Ein annar trupulleiki er, at tí evni eru ólóglig, er onki góðskueftirlit við teimum, soleiðis sum vit hava tað við eitt nú heilivági. Tann, sum tekur narkotika, veit ikki fyri vist hvat hann hevur við at gera. Rúsevnið kann vera nakað heilt annað, enn hann roknar við og kann eisini vera nógv sterkari enn hann er vanur við. Hetta er helst vanligast grundin til at narkomanar doyggja tey vistu ikki at hvussu sterkt tað var.
Tað er hesa vitan, sum tað er so umráðandi at fáa út millum fólk. Fyri tað fyrsta at rúsevni kunnu krøkja fólk, líka sum sigarettir og alkohol kunnu, og so verða tey trælir stóran part av lívinum. Fyri tað annað, at ólóglig rúsevni eru ikki altíð líka. Tey kunnu verða lívshættisliga sterk og tað hevur deyðsvanda við sær. Hetta er nú sum áður ein uppgávu fyri bæði myndurleikarnar, men eisini er tað umráðandi, at heimini greiða teimum ungu frá vandunum við rúsevnum, bæði heima hjá okkum, men ikki minst tá tey fara burtur í lond at ferðast ella at lesa.