Týskland-Føroyar
Hannover: Sum flestu aðrir á føroyska liðnum, so var Jákup á Borg ein fegin men troyttur maður, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin mikukvøldið.
Ferðin
Gaman í spældi hann ikki allar 90 minuttirnar, men sjálvur segði hann eftir dystin, at orkan ikki var til meira.
- Eg havi ein skaða í lærkrikanum, men tað var ikki hesin, sum noyddi meg út. Tann pínan er nústaðni um at koma, men eg orkaði ikki meira.
- Eg havi næstan ikki spælt í ein mánað, og at spæla tveir somikið krevjandi dystir innan so stutta tíð, er meira enn beinini orka, og tá er tað betri at seta ein frískan mann inn.
Men møðin var ikki meira enn so, at tú beint frammanundan hevði orku til at dribla tríggjar týskarar av?
- Tað er kanska nakað um tað. Tað var í øllum førum keðiligt at verða útskiftur, akkurát meðan allir áskoðararnir klappaðu at mær, Men útskiftingin var í lagi.
Undan hesum hevði Jákup tó enn eina ferð verið maðurin, sum legði upp til eitt føroyskt mál, tá hann sendi bóltin inn av høgra veingi.
- Ja, tað sær út til at gerast ein góður vani. Óluksáligt at upplegg ikki telja við, tá máltindurin verður uppgjørdur.
Litava tyngir
Eingin ivi er um, at Jákup var fegin um dystin mikukvøldið, men tá takast skuldi samanum, so var tað ikki meira enn hálvt.
- Tað oyðilegði nógv, at vit skuldu tapa í Litava, so serliga mátin tað hendi uppá. Har riggaði einki hjá í fyrra hálvleiki, og tó at tað bleiv betri, so var tað bara móti dystarenda, at vit veruliga fingu ferð á aftur.
Hesa ferð gekk tað nakað væl betri, men sum sagt, so er samlaða úrslitið av ferðini ikki nóg gott.