UPPREISN FRÁ DEYÐUM

Ólavur Hátún stjórnar, tá oratoriið Messias eftir Händel verður framført í Ebenezer og í Vesturkirkjuni

Hanus Kamban
----------

Komandi vikuskifti fáa føringar høvi til at hoyra eitt tað mest sublima verkið í tónleikarsøguni – oratoriið Messias eftir tað týsk-enska tónaskaldið Georg Friedrich Händel. Havnarkórið skipar fyri hesi framførslu, og kórleiðari er Ólavur Hátún, bragdligur nestor í føroyskari kórsangmentan. Til at fylkja kórið hevur Ólavur mannað 105 sangarar. Umframt fólk úr Havnarkórinum luttaka sangarar úr kvinnukórinum Cantabile, sangarar úr Ebenezerkórinum og kvinnukórið Suð úr Klaksvík, sum Steinvør Fonn stjórnar, og sum Havnarkórið fyrr hevur havt gott samstarv við. Eisini aðrir stuðlar eru við í kórinum.
Teir fýra solistarnir, ein donsk sangarinda og tríggir íslendingar, hava allir dygga útbúgving, víðfevndar royndir og eina glæsiliga starvsleið. Hallveig Rúnarsdóttir hevur prógv frá Tónlistaháskúlanum í Reykjavík, hevur lært á Guildhall School of Music and Drama í London og hevur havt leiklut í operum eftir m.a. Mozart, Richard Strauss og Donizetti.
Hedwig Rummel, mezzosopran, hevur sungið á altjóða Bach-festivalum og hevur verið gestasolistur í operum og koncertum í Italia. Águst Ólafsson hevur fingið lærdóm á master class skeiðum hjá so tiltiknum sangarum sum Dietrich Fischer-Diskau og Elisabeth Schwartzkopf, og Snorri Wium hevur havt fast starv við operuna í Coburg og seinni í Detmold. Hann hevur eisini aftan fyri seg fjølbroytt virksemi í tí íslendsku operuni.

Rinaldo og Saul

Georg Friedrich Händel varð føddur í týska býnum Halle í 1683. Hann virkaði sum violinspælari í Hamburg frá 1703. Árini 1706-10 var hann í Italia, har serstakliga neapolitanskur operastílur fekk ávirkan á hansara tónleik. Í 1710 gjørdist hann kapellmeistari hjá Georg, kurfúrsta av Hannover. Tá ið drotning Anne av Bretlandi doyði í 1714, og ongan arving hevði, tók kurfúrstin av Hannover, sum var ættaður beinleiðis frá Jákupi Fyrsta (Sætta av Skotlandi), við sum kongur í Bretlandi. Händel setti búgv í London og gjørdist ta gitnasta tónaskaldið í ríkinum í 18. øld. Hansara helst kendasta verk – Wasser Musik – varð framført tríggjar ferðir í juli 1717 á Themsánni fyri kongi og hansara gestum. Tað fyrsta Royal Academy of Music varð stovnað í 1719, við Händel sum leiðara árini 1719-37.
Händel skapti tilsamans stívliga 40 operur, frá Almira, 1705, til m.a. Rinaldo, 1711 (við teirri undurfullu ariuni “Cara sposa”), Orlando Furioso, 1733 og Xerxes, 1738. Longu í 1707 komponeraði hann, staddur í Italia, sítt fyrsta oratorium, Il Trionfo del Tempo e del Disinganno, eina allegori, men seinast í 1740-árunum legði hann operaskapan til viks og fór av álvara undir at skriva tónleik til oratoriir, og í hesum sambandi skapti hann nøkur av sínum mætastu tónlistarligu verkum. Nevnd kunnu vera Saul, 1739, Samson, 1743, Judas Makkabeus, 1746 og Jefta, 1752.

Hóttafall

Tað er vælkent úr listarinnar søgu, hetta at list, sum ger mun og røkkur djúpt, ofta sprettir úr líðing, mótgangi og bakkøstum. Tey, sum hava lisið Egils søgu, minnast, at yrkjarin Egil Skallagrímsson, tá hann hevði lagt seg “upp í snoð” eftir at hava mist sonin, reisti seg aftur við at yrkja “SonaÞorrek”. Okkara klassiski yrkjari Janus Djurhuus skapti sín fínasta skaldskap eftir at hava sitið í Vestre fongsli í 80 dagar í 1929. Í hesum ljósi eiga vit at síggja upprunan til oratoriið Messias. Eina frásøgn um hetta finna vit í tí gitnu bókini eftir Stefan Zweig – Sternstunden der Menschheit (Mannaættar Stjørnustundir), sum er eitt savn av stuttsøgukendum portrettum.
Seinnapartin tann 13. apríl 1737 sat tænarin hjá Händel í húsunum í Brooker Street og stuttleikaði sær við at blása sápubløðrur. Brádliga hvakk hann við, tí húsið “ristist av einum hvøllum braki”. Hann kvikaði sær upp á loftið og sá tá

Händel liggja uttan at røra seg á gólvinum, við stívum eygum og ... hann hoyrdi tað græla tungliga úr honum. Hesin stóri maðurin lá víðopin og stynjaði, ella rættari sagt, har komu stynjandi ljóð frá honum, bert veikari og veikari.

Jenkins lækni úr Fleet Street staðfesti, at tað mæta tónaskaldið hevði verið fyri heilabløðing. Høgra lið var lamin. Í fýra mánar livdi Händel uttan megi. Hann kundi ikki ganga, ikki skriva og ikki fáa ljóð úr einum einasta tangenti. Hann fekk ikki tosað, munnklovin hekk skeivur, tí likamið var í tvíningum. Tá ið vinirnir spældu fyri honum, sást ein glæma í eygunum, tunga og likam rørdu seg, men annars var tað, sum var alt likamið fryst. Tann fyrr so sterki maðurin føldi seg sum inni í eini ósjónligari grøv.

Baðini í Aachen

Læknin kendi seg hjálparleysan, men legði vinunum hjá Händel tey ráð at senda hann til tey heitu baðini í býnum Aachen. Læknarnir har løgdu tónaskaldinum eina við ikki at liggja í tí heita vatninum meira enn tríggjar tímar um dagin, tí annars, søgdu teir, fór tað at skaða heilan og kosta honum lívið. Händel legði sektina á hesi ráð, men lá hvønn dag níggju tímar í tí heita baðnum. Og so líðandi ernaðist hann upp aftur. Tá ið vika var farin, fekk hann togað seg fram, eina viku seinni fekk hann rørt armarnar, og tann seinasta dagin í Aachen hevði hann fult vald á sínum likami. Henda síðsta dagin fór hann inn í kirkjuna í Aachen, fór varisliga yvir til orglið, nærkaðist tangentunum og fór undir at spæla:

Undursamur hópaði seg upp ljómurin av akkordum, sum fóru hægri og hægri, so eygað ikki kundi fylgja við, herligir risu hesir tónabygningar longur og longur upp uttan skugga, sum ein evnisleysur klárleiki, sum eitt ljómandi ljós. Niðriundir stóðu nunnurnar og lurtaðu. Soleiðis høvdu tær ongantíð hoyrt nakran deyðiligan spæla.

“Eg eri komin aftur úr Hades,” segði Händel stoltur, tá ið hann, afturkomin til London, hitti Jenkins lækna. Hann skapti nú m.a. tey stóru oratoriini Saul og Ísrael í Egyptalandi. Men aftur kom mótgangur. Hesa ferð komu bakkøstini ikki innanífrá, sum sjúka, men uttanífrá, frá hendingum í samtíðini. Drotningin doyði, og nú vóru ongar framførslur í operahúsunum. Síðani kom tað spanska kríggið. At enda legðist harður kuldi yvir London, Themsáin frysti, fólk koyrdu á sletum eftir ísfløtuni, og nú stóðu allir salir tómir, tí sjálvt einglatónleikur megnaði ikki at vinna á frostinum. Hetta hevði ta avleiðing, at tónasmiðurin onki forvann, so kreditorarnir tyrptust uttan um hann. Aftur fall hugtyngsla á hann, skapanarhugurin hvarv, og í síni vreiði mutlaði hann ofta orðini hjá hinum krossfesta: Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?

Upp úr dýpinum

Nú bar so á, at hann kom heim um náttina, tann 21. august 1741, mótfallin sum vant. Tá ið hann kom inn, lá ein pakki til hansara, við einum handriti, frá Charles Jennens, sama manni, sum hevði skrivað tekstin til Saul. Händel kveitti í handritið. The Messiah stóð á tí fyrsta blaðnum. Aftur eitt oratorium! Tey seinastu oratoriini høvdu ikki fingið góða móttøku. Hann vendi tittulblaðnum og fór undir at lesa. “Comfort ye,” soleiðis byrjaði teksturin, “Troystið tit fólk mítt!” Hann hvakk við, tí hetta vóru ikki orð, hetta var gandur, eitt guddómligt svar, eitt einglaróp frá loyndum himli til hansara stúrandi hjarta. Og brádliga hoyrdi hann tekstin, ikki sum deyð orð, men sum tónleik, kallandi, brúsandi, syngjandi. Portrið var latið upp aftur, hurðin inn til hansara egnu skapan!
Tónayrkjarin fór nú til verka, og hann arbeiddi dag sum nátt, at kalla uttan mat og svøvn, í samfullar tríggjar vikur. Hann sang, slerdi tónar á cembaloið, skrivaði so aftur, so fingrarnir gløddu. Tríggjar vikur seinni var verkið liðugt. Hann át nú eina búrmáltíð, og tá ið Jenkins lækni kom til hansara og sá, at hann var spillfrískur, helt Händel fyri, smæðin: “Eg haldi næstan, Gud hevur verið við mær.” Tann 13. apríl 1742 var oratoriið Messias framført á fyrsta sinni í Dublin. Sjey hundrað áhoyrarar vóru, og tá ið tónleikurin tók við, kundi ein hoyrt eina knappanál dottið á gólvið:

Händel stóð við orglið. Hann vildi hava umsjón við sínum verki, men ... tað gjørdist fremmant fyri honum, sum hevði hann ikki hoyrt tað fyrr, ongantíð skapað tað ella evnað tað til ... Og tá “Amen” at enda kom, so opnaði hann munnin, uttan at vita av tí, og hann sang við í kórinum, sang, sum hann ongantíð áður hevði sungið. Men neyvan vóru fagnaðarrópini frá áskoðarunum byrjað, so smoygdi hann sær stillisliga burtur fyri ikki at takka teimum menniskjum, sum vildu takka honum; tí tað var náðini, sum honum hevði verið unt at skapa hetta verk, fyri at takka.



Händel-húsið í Halle

Georg Friedrich Händel er eitt glæsiligt umboð fyri tað rák í listarsøguni, vit vanliga rópa barokk (av portugisiskum barroco: perla við óregluligum sniði). Vit føringar fáa nú, komandi leygardag og sunnudag, tvey høvir til at hoyra hansara gitnasta oratorium.
Teksturin, eftir Charles Jennens, er snildisliga samansettur av brotum úr Gamla og Nýggja Testamenti og er ein heild, sum fatar um fyriboðan og fullgerð. Teksturin hevur gudfrøðiliga vekt og sipar minni til tann søguliga Jesus enn til Paulusar serligu útlegging, har tað ið umvarðar er sigurin á deyðanum, soleiðis sum hann verður orðaður í Rómverjabrævinum og Fyrra Korintbrævi. Men samstundis speglar hetta stórfingna verk eisini aftur listamansins uppreisn, úr sjúku og mótloysi til nýggja skapan.
Teir stovnar, sum hava stuðlað Messias-framførsluni komandi vikuskifti, eru: Tórshavnar Kommuna, Mentanargrunnur Landsins, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Dansk-Færøsk Kulturfond, Nata, Vesturkirkjan og Ebenezer.
Til seinast er at nevna, at Týskland fostraði tvey mikil tónaskald í barokktíðini, Händel og Bach. Og onkur hevur sagt, at sjálvsagt mátti tann fyrri enda í einum øðrum europeiskum landi, tí í Týsklandi var púra einfalt ikki pláss fyri tveimum so stórum tónlistarligum andum og snillingum. Týskarar hava tó ikki gloymt landsins mæta son. Húsið í Halle, har Händel var føddur, hevur leingi verið museum og ber navnið Händel-Haus. Har eru ráðstevnur, framsýningar og konsertir, har er tónleikarbókasavn og har er eitt rúgvismikið og stak forvitnisligt savn av søguligum ljóðførum. Gestir kunnu eisini í teimum ymisku rúmunum hoyra brot úr tónaskaldsins mongu verkum. Ein vitjan í Halle er ómakin verd!

Händels Messias verður at hoyra í Ebenezer leygardagin tann 17. desember kl. 19.00 og í Vesturkirkjuni sunnudagin tann 18. desember kl. 16.00. Brotini úr Stefan Zweig: Sternstunden der Menschheit týddi Alex Sólstein.