Uppruddingin ikki nokk

Uppruddingin í Skopunar Havn forðar ikki møguligum avlýsingum hjá Teistanum, sigur stjórin í Strandferðsluni.

Í síðstu viku bórust tíðindini at vegna nógv grót í Skopunar Havn, so fór tað helst at verða neyðugt hjá Teistanum at avlýsa túrar í vetur og heyst.


Nú val er í nánd, so var hetta ein funnin frensur hjá nógvum politikarum, men skrivingin var ikki meira enn byrja, fyrr enn upplýst varð, at trupulleikin var loystur. Landsverk hevði fingið játta neyðuga peningin, soleiðis at uppruddingararbeiðið kundi byrja.


Nú er tað tó okkurt, ið bendir á, at trupulleikin hóast alt ikki er loystur. Stjórin í Strandferðsluni hevur nevniliga sent fjølmiðlunum eitt bræv í dag, har hann slær fast, at avlýsingar enn kunnu koma fyri.


- Strandferðslan fegnast um, at farið verður undir at taka grótið í havnini í Skopun upp, men arbeiðið, sum nú fer í gongd, loysir ikki allan trupulleikan, og tí er framvegis talan um møguligar avlýsingar hjá Teistanum á Sandoyarleiðini í heyst og í vetur.


Trupulleikin sambært Hilmar Eliasen er, at brimverjan er burtur, og tískil kann Teistin ikki leggja at í illveðrið.


- Grótið, sum liggur niðri í hylinum, og sum er til ampa fyri Teistan, er restir av brimverjuni, sum í illveðri er skolað inn í hylin. Úrslitið er, at stórur partur av brimverjuni er vekk, og í illveðri fer tí ikki at bera til hjá Teistanum at sigla inn um ytra molan og síðani inn í innara hylin.


- Við upprunaligu brimverjuni bar til at passa sær løgir at koma inn um sjálva innsiglingina, men komin inn um, er alneyðugt, at tað ikki brýtur upp um ytra molan og ei heldur inn í sjálvan bátahylin.


Tað liggur í kortunum, at ein forkanning skal gerast, ið kann lýsa trupulleikan og eina møguliga loysn, men sambært Hilmar Eliasen, so er óvist nær kanningin byrjar.


- Sum skilst skal ein forkanning gerast, sum skal lýsa, hvussu ið brimverjan kann fáast so góð, at hon ikki skolar burtur í illveðri.


- Strandferðslan veit ikki, nær ið hetta arbeiðið upp á brimverjuna byrjar, men hevur gjørt viðkomandi myndugleikar varugar við omanfyri nevndu viðurskifti - sum kunnu samanfatast til, ‘at tað er gott, at tað blívur betur – men betur, um tað bleiv gott'.