Upprunin skal hoyrast

Tónleikabólkurin Týr er fyri stuttum givið út nýggja fløgu við heitinum, Eric the Red. Kvæði og fólkavísur eyðkenna fløguna, og er hetta ikki av tilvild. ? Alt hevur fingið íblástur frá kvæðum, sum vit gera. Sumt minni beinleiðis og okkurt meira. Tað halda vit er ikki meira enn náttúrligt, tá ein er føroyingur, tí tað skal hoyrast, hvaðani ein kemur frá, sigur Heri Joensen, gittarspælari og sangari í Týr

»Eric the Red« er heitið á fløguni, sum føroyski tónleikabólkurin, Týr, gav út seinast í juni mánað. Eyðkennini fyri fløguna eru kvæði og fólkavísur. Løg sum Regin Smiður, Stýrisvølurin, Ólavur Riddararós, Ramund hin unge og The Wild Rover eru at finna ímillum tær 10 skeringarnar.
At kvæði og fólkavísurnar eru kennimerkini er ikki heilt av tilvild.
? Alt, sum vit gera, hevur íblástur frá kvæðum. Sumt minni beinleiðis og okkurt meira. Hetta halda vit er so upplagt tá ein er føroyingur, sigur Heri Joensen, sangari og gittarspælari í Týr.
? Tað er rættiliga vanligt, at tey, sum spæla metal-rock eru ímóti mainstream, tí tá hoyrir ein ikki, hvaðani tónleikurin er. Tá kann sangurin líka so væl vera frá Afrika sum Avstralia. Ein skal hava ljóð við, sum eyðkenna tónleikinum úr eins egna landi.

Betri fløga

Týr gav fyri hálvum øðrum ári síðani út fløguna »How far to Asgaard«. Heri metir tó, at henda nýggja fløgan er nógv betri, bæði í dygd og í spæli.
? Vit hava verið í einum betri og dýrari studio, og vit hava verið nógv betri fyrireikaðir hesuferð. Vit spæla betri og ljóðið er eisini nógv betri. Stutt sagt, so hava vit gjørt okkum meira ómak, sigur Heri.
Fløgan er innspæld í Jacob Hansen studio í Jútlandi. Eric the Red kemur út eisini út øðrum londum. Týskalnd, Íslandi, Finland, Kanada og øllum teimum fyrrverandi londunum í Sovjetsamveldinum. Somuleiðis verður fløgan eisini send til Amerika til marknaðarføring har, og um hildið verður, at henda fløgan er betri enn tann fyrra, so vænta teir í Týr, at onkur har yviri fer at sýna teimum áhuga.
? Vit hava brúkt hálvt annað ár uppá at byggja okkum eitt netverk upp við tí fyrru fløguni. Tað hevur kravt nógv arbeiði, men tað ger tað nógv skjótari við tí nýggju, greiðir gittarspælarin frá.
? Tað hevur verið strævið, og tað er nógv arbeiði í tí. Og soleiðis hypotetiskt sæð, so sjálvt um fløgan er super, so vil tað ikki siga, at vit kunnu bróta ígjøgnum við henni.
Nógv verður eisini gjørt við marknaðarføring av hesi fløguni. Hon verður send til meira enn 100 ymisk fólk. Ummælarar og netbløð, og nú verður bara bíðað eftir, hvussu fløgan verður móttikin.
? Vit hava nóg mikið at gera nú. Vit bíða eftir, hvat fólk fara at siga. Serliga eru vit spentir uppá, hvussu fløgan verður móttikin í Íslandi. Um íslendingar lata væl at, so fara vit yvir at spæla.

Til Póllands

Rockbólkurin hevur ikki verið nógv at hoyra í Føroyum seinastu tíðina. Teir vóru við á Prix Føroyum, har teir ikki megnaðu at koma í finaluna.
? Tað eru ikki so nógvar konsertir í Føroyum fyri okkum. Til dømis, so hevði tað ikki borið til hjá okkum at savna eina stóra áhoyrarafjøld í einum av teimum vanligu dansistøðunum, tí fólk høvdu ikki tímað at lurta eftir okkum, sigur Heri.
Men sjálvt um teir fýra í Týr ikki hava verið á palli her heima, so merkir tað ikki, at teir hava sitið hendur í favn.
? Fyrst í august mánað skulu vit á ein víkingafestival í Póllandi. Ein póllendingur hevur eitt felag, sum eitur Faroe Islands Enthusiast Society, sum er fyri fólk, sum hava áhuga fyri Føroyum. Hann hevur fingið okkum at koma niður har at spæla.
Á hesum víkingafestivalinum skulu Týr hava tríggjar konsertir. Fleiri konsertir vóru á skránni, men av tí at hesin póllendingurin ikki fekk tann stuðulin, sum hann hevði roknað við, so vórðu tær tiknar av skránni.
Nú verður so arbeitt við at fáa fleiri konsertir í lag í heyst, vetur og í vár, og kanska eisini finna onkran størri at umboða bólkin.