Nú kemur spurningurin um suðuroyarsiglingina fyri løgtingið. Tað er Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Suðuroynna, sum er í ferð við at snikka eitt uppskot til, sum skal leggjast fyri tingið um at lata útjaðarunum almennan stuðul, fyri at gera tað lættari hjá teimum, sum har búgva. M.a. vil hann hava, at Smyril skal sigla fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroynna um vikuna.
Javnaðarmaðurin úr Suðuroynni roknar við, at uppskotið verður klárt at leggja fyri tingið fyrst í komandi viku.
Kostar onki
Hendrik Old sigur, at uppskotið, sum hann fer at leggja fyri tingið, fer ikki at kosta landskassanum eitt oyra. Tað byggir nevniliga á eitt uppskot, sum javnaðarflokkurin legði fyri tingið í ár. Uppskotið bleiv samtykt og peningur settur av til tað. Sostatt skal eingineykajáttan til. Tað er bara ein tekniskur spurningur um at flyta óbrúktar pengar av einum stað í eitt annað stað.
Samtyktin í tinginum, sum Hendrik Old sipar til, er samtyktin um at seta eina millión av til stuðul til útjaðaraplássini,so at livikorini har blivu meiri javntstillað við livikorini í meginøkinum.
M.a. varð víst á, at summa staðni á útoyggj betala tey eini 30-35 oyru meiri fyri liturin av olju, enn tey gera aðrastaðni í Føroyum, tí at tað kostar so nógv at flyta farm út í útoyggjar. Somuleiðis varð víst á, at tað er nógv dýrari at flyta farm, eitt nú landbúnaðarvørur, av útoyggj, inn á meginøkið.Alt hetta ger tað nógv truplari og dýrari at búgva á útoyggj, samstundis sum vinnulívið í útoyggj ikki verður verður kappingarført við vinnulívið á meginøkinum.
-Tí skutu vit upp í vár, at tingið setti eina millión av til ymsan stuðul til tey, sum búgva í útoyggj, sigur Hendrik Old.
Hann sigur,at uppskotið varð samtykt. Men áðrenn tað kundi koma í gildi, skuldi landsstýrið leggja lógaruppskot fyri tingið, sum segði akkurát, hvat pengarnir skuldu kunna brúkast til.
- Landsstýrið legði eisini uppskot fyri tingið. Men tað varð ongantíð avgreitt, tí løgtingsvalið kom upp í millum.
- Hendrik Old sigur, at sostatt stendur milliónin enn órørd, hóast tað ikki eru meiri enn gott tveir mánaðir eftir av árinum.
- Hann sigur, at tað er hendan milliónin, hann ætlar at brúka til uppskotið, sum hann leggur fyri tingið fyrst í komandi viku.
- Sostatt fer uppskotið ikki at kosta landskassanum eitt oyra, sigur hann.
Hendrik Old sigur, at tað, hann miðjar eftir við uppskotinum, er, at finna eina loysn fyri teir báðar mánaðirnar, sum eru eftir av árinum.
-Tað fer at gera fíggjarnevndini møguleika at viðgera málið, og at seta pengar av á komandi fíggjarlóg, so at ein varandi loysn kann fáast frá 1. Januar, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað, sum nú umræður, er at fáa eina loysn sum skjótast, tí málið er átrokandi. Tí ætlar hann, at uppskotið skal fáa gildi frá 1. november.
-Tað letur seg neyvan gera at lata stuðul við afturvirkandi kraft. Tað er ein vónleys uppgáva at lata stuðul til farmagjald og oljugjald við afturvirkandi kraft. Men tað er umráðandi at nakað hendir sum skjótast. Tí haldi eg at milliónin skal koma til nyttu í ár, sigur hann.
Fleiri túrar við Smyrli
Hendrik Old sigur, at umframt stuðulin til útoyggjarnar, er ein partur av uppskotinum, sum hann fer at leggja fyri tingið fyrst í komandi viku, at fáa Smyril at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina.
-Nú milliónin, sum varð játtað í vár, ikki er rørd enn, ber til at lata eitt sindur av henni fara til Suðuroyarsiglingina, hóast útoyggjarnar eisini fáa sítt.
Sostatt er uppskotið, sum hann fer at leggja fyri tingið, tað sama, sum landsstýrið legði fyri tingið í vár um, hvat útoyggjastuðulin kundi brúkast til. Men tað er lagað til, so at suðuroyarsiglingin kemur uppí.
Løgtingsmaðurin sigur, at hóast útoyggjarnar fáa sítt av útoyggjastuðlinum, tað sum er eftir av árinum, skuldi einar 400.000-500.000 krónur av teirri eini milliónini verið nóg mikið til kanska tveir túrar afturat um vikuna ímillum Havnina og Suðuroynna við Smyrli.
Í løtuni eru bara tveir túrar um dagin, hósdag , fríggjadag og sunnudag. Tað vil siga, at tað er eitt glopp heilt frá sunnudegi til hósdag ímillum, at hann siglir tveir túrarum dagin og tað er ov leingi. Hendrik Old hugsar í hesum sambandi ikki bara um ferðafólk, men eisini um vinnulívið, tí eitt nú, fiskur, sum verður keyptur á uppboðssøluni, ?kemur næstan ikki fram til Suðuroynna?, sum hann tekur til.
Javnaðarmaðurin úr Suðuroy sigur, at hann hevur ikki lagt seg á ávísar dagar, nær Smyril eigur at sigla tveir túrar.
-Verður uppskotið hjámæsr samtykt, er neyðugt at finna fram til, hvørjar dagar eykatúrarnir gera mest gagn,sigur hann
Tó heldur hann, at at tað er heilt neyðugt at ein eyka túrur verður mánadag, tá ið Norrøna kemur á Havnina tíðliga um morgunin.
-Ferðafólk verða rikin av koyggjuni klokkan fýra, fimm um morgunin, men tey sleppa ikki til Suðuroyar fyrrenn klokkan 17.30 um kvøldið og eru ikki við hús fyrrenn klokkan 20-21 um kvøldið og tað er ikki at bjóða fólki. Tað er eisini blivið so nógv meiri at føra seinastu árini, at tað er so nógvur farmur, so nógvir bilar og so nógv fólk við mánakvøld, at tað er ikki verandi umborð. Og hóast Smyril liggur á Havnini allan dagin, er so nógv at lasta, at hann er at kalla seinkaður hvørja ferð, tí manningin tørnar so seint til av tí at sáttmálaviðurskiftini eru so. Hesum er tíðin farin frá og teir neyðugt við einum eyka túri mánadag, sigur Hendrik Old.