Tað verður ført fram av fakfelagsleiðarunum í verkfalli, at nú má gjógvin millum arbeiðarafeløgini og øll hin fakfeløgini gerast minni. Hetta er væl skiljandi, men hetta fáa arbeiðsgevararnir tíverri einki gjørt við. Satt at siga so gera teir bert støðuna verri, um teir ganga krøvum verkafólkanna á møti. Lat okkum siga, at teir heilumvenda seg og bjóða feløgunum 10 kr. meiri um tíman í 2 ár - tilsamans 20 kr. meir um tíman. So fara øll hini feløgini, sum sótu so fitt á fundi og lovaðu arbeiðarafeløgunum fullan stuðul, at krevja prosentvísa sama part í sínum samráðingum og kanska fara í verkfall um tey ikki fáa tað. Tað vil siga, at jú fleiri lønarkrónur arbeiðsfeløgini fáa tess hægri prosentpart krevja hini feløgini og ja, rætt roknað, gjógvin mill-um feløgini gerst uppaftur størri.
Tey einastu, sum kunnu hjálpa arbeiðarfeløgunum við veruliga trupulleikanum, eru hini feløgini. Tí skjóti eg upp, at øll hini fakfeløgini vísa veruligan solidaritet mótvegis arbeiðarfeløgunum og gera av at leingja allar sínar sáttmálar óbroyttar í 2 ár samstundis sum arbeiðarafeløgini fáa tað sum svarar til annað av semingsuppskotunum. Soleiðis fæst gjógvin at minka og helst bara so. Av tí, at eg sjálvur eri starvsmaður, skjóti eg upp, at mítt egna felag, Starvsmannafelagið, gongur undan og kallar øll feløgini saman at umrøða uppskotið.
Næsta stigið má so vera at fáa, sum Hans Joensen tosar um, politikkararnar at fremja tiltøk, sum veruliga hækka reallønina hjá okkum øllum.