Uppskot um at taka móti flóttafólki lagt fram

Vegna 23 tingmenn legði Jóannes Ejdesgaard, tingmaður uppskot til samtyktar fyri tingið, soleiðis at Føroyar kunnu hýsa einum ávísum parti av teimum flóttafólkunum, sum danir hava játtað at taka ímóti

Kreppa í gamla Jugoslavia hevur av álvara fingið føroyskar hjartastreingir at rørast.

Lítið at siga til, tí umstøðurnar í krígsherjaða Kosovo eru út av lagið vánaligar.

Hjálparfelagsskapir kring allan heim gera tað, sum stendur í teirra makt fyri at hjálpa teimum neyðstøddu; teimum, sum eru noydd at flíggja frá húsi og heimi av krígnum.

Tíðindafloymurin úr krígsherjaða landinum er sjálvsagt eisini komin higar til lands og har síggja vit hvussu illa stødd flóttafólkini eru í nógvum førum.

Men ávís tiltøk eru framd teimum neyðstøddu at frama.

Landsstýrið avgjørdi fyri stuttum at lata alla játtanina, sum stendur á fíggjarlógini til neyðhjálp, til tey neyðstøddu í Kosovo.

Spurningurin er so um hetta er nóg mikið.

Henda spurning hava Jóannes Ejdesgaard og 22 aðrir tingmenn sett sær sjálvum, og teir eru eftir øllum at døma komnir til tað niðurstøðu, at vit eiga at gera meir enn bara at senda pening til Kosovo íbúgvarnar.

Í gjár legði Jóannes Eidesgaard uppskot til samtyktar fyri tingið, har heitt varð á landsstýri um skjótast tilber at kanna møguleikarnar fyri, at Føroyar bjóða seg fram, at hýsa einum ávísum tali av flóttafólki úr Kosovo, og leggja frágreiðing fyri løgtingið um málið.

Í viðmerkingunum siga uppskotsstillararnir, at syrgiliga støðan í Kosovo ger, at hópur av fólki nú fyri at bjarga lívinum roynir at leita sær friðskjól í øðrum londum. Millum tey lond, sum bjóða seg fram at hýsa hesum flóttafólkum, eru okkara næstu grannar eitt nú Ísland, Danmark og Noregi.

Flóttafólkapolitikkur er mál, sum liggur hjá donskum myndugleikum, men tað er tó eingin politisk forðing fyri, at Føroyar og føroyingar í verki vísa ein vilja til at stuðla okkara medmenniskjum, sum hava hjálp fyri neyðini.


Ikki bara peningur

Í eini viðmerking til uppskotið sigur Jóannes Eidesgaard, at føroyingar eiga at gera meir enn bara senda pengar til tey neyðstøddu.

? Vit eiga at vísa, at vit eru ein partur av altjóða samfelagnum, og tað kunnu gera við til dømis at taka eitt ávíst tal av flóttafólkum higar til lands.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at danski innanríkisráðharrin hevur júst lagt uppskot fyri Fólkatingið um at danir skulu taka ímóti okkurt um 1500 flóttafólkum og hann kundi hugsað sær, at føroyingar royndu at fáa eini 50 til 100 av hesum til Føroya.

? Landsstýrið hevur víst á, at hetta er danskt málsøki, og at vit tí einki kunnu gera sjálvstøðugt, men tað er ein ov tunn undanførsla. Eg haldi, at vit eiga at gera alt fyri at vera við í hesum arbeiðinum.

Og tað er breið undirtøka fyri uppskotinum í tinginum. Ikki færri enn 23 tingmenn standa aftan fyri uppskotið, og teir koma, sum vera man, bæði úr samgonguni og úr andstøðuni, og tí er lítið at ivast í, at uppskotið verður samtykt.

Fyrsta viðger av málinum verður í tinginum í dag og uppskotið verður endaliga avgreitt áðrenn tingið fer til hús fríggjadagin.