Uppskotið um tingmannalønir fekk onga bleyta viðgerð í Fimmaranum mikudagin.
Tað fall nógum fyri bróstið, at tingmenn skulu fáa lønarhækking samstundis sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki vil ganga við til lønarhækkingar á arbeiðsmarknaðinum í komandi lønarsamráðingum.
Finnbogi Ísakson, tingformaður, er ikki vónsvikin av móttøkuni sum uppskotið hevur fingið í fjølmiðlunum og í sendingini mikudagin.
Hann tekur tað ikki sum tekin um at alt Føroya fólk hevur somu hugsan, sum tey, ið ringdu til Fimmaran.
Fimmarin umboðar ikki alt fólkið
Ert tú ikki vónsvikin at fólk hava so lítl a virðing fyri tingarbeiðinum, og at flest øll ikki halda, at tingfólk skulu hava góða løn fyri hetta arbeiði?
Eg hugsi ikki, at slík sending í útvarpinum umboðar alt fólkið. Tað er avmarkað, hvussu nógv sleppa framat telefonini, og um onkur lurtari gjørdist ov heitur í telefonini, og segði okkurt, sum hann annars ikki ætlaði at siga, er einki at siga til, men eg ásanni at orðalagið í løtum var óheppið, sigur tingformaðurin.
Spurdur, um tað ikki var óheppið at uppskotið kom fram, júst sum arbeiðsmarknaðurin hevur fingið at vita, at lønarhækkingar ikki koma upp á tal næsta ár, sigur tingformaðurin, at tað hevur hann ogna viðmerking til
Altíð óheppið
at taka upp
Eg kann bert siga, at uppskotið er ikki lagt fram upp á kvamsvís. Øll tíðarskeið tá tingmannalønir hava verið umrøddar hava verið í óheppin, eisini tá tingmannalønin í 80 og 90¹unum vórðu viðgjørdar, sigur Finnbogi Ísakson.
Hann vísur aftur, at uppskotið hjá samgonguni um at hækka tingmannalønirnar munandi, er taktikkur, á tann hátt, at um tingið ikki samtykkir lønarhækking, so vil t.d. Starvsmannafelagið kanska sleppa sínum krøvum um 60 pst. lønarhækking, men tað hevur tingformaðurin onga viðmerking til.
Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at álitið verður skrivað júst sum vit tosa saman, og at hann einki kann siga um innihaldið í álitinum, sum seinnapartin í gjár varð lagt fram.
Tvørpolitiskt mál
Fíggjarnevndin er samd um at tingið skal taka støðu til lønarspurningin, og eg kann bert siga, at hetta er tvørpolitiskt mál, sum einki hevur við flokspolitikk at gera, sigur Bjarni Djurholm.
Hvat heldur tú um viðferðina sum málið fekk í Fimmaranum mikudagin?
Tingfólkið er tvørskurður av fólkinum í Føroyum. Tú kanst siga, at tingið er ein spegilsmynd av samfelagnum.
Um fólk halda so lítið um tingfólkið, sum tey í útvarpinum góvu til kennis, gevur tað onga meining. Vit eru vald av fólkinum, men um tey halda so lítið um okkum, hava tey onga virðing fyri sær sjálvum, sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur tað kortini ikki vera rætt, at øll, sum verða vald at sita í tinginum, skulu metast sum búrkroppar.
Tingfólkiið er tvørskurður av fólkinum
Vit eru ein tvørskurður av fólkinum, og tingmenn eru partur av sama fólki. Tað er galið við sjálvsvirðingini, um veljararnir halda at tingfólkið broytir ham, fyri tað um tey sita í tinginum, sigur Bjarni Djurholm
Uppskotið kemur til 2. viðgerð mikudagin lítlajólaaftan, og um tað verður samtykt, kann tað fáa 3. viðgerð tríggjar gerandisdagar aftaná 2. viðgerð. Verður uppskotið hinvegin ikki samtykt við 2. viðgerð, dettur tað burtur.