Kristian Magnussen undrast á, at samgongan vrakaði lógaruppskot hansara um stuðul til at menna tónleik mótvegis útlendska marknaðinum. Hetta er í andsøgn við tann hugburð, ið samgongan annars letst at hava, nú t.d. mentamálaráðharrin júst lat vinnaranum av Prix kappingini peningagávu.
Kristian Magnussen heldur, at samgongan manglar seriøsitet, tí hon vrakaði uppskotið uttan grundgeving, og hetta metir Kristian Magnussen, sum eitt tekin um, at samgongan ikki vil góðtaka tað, tí hetta er eitt andstøðuuppskot
Eingin saklig grundgeving
- Eg skilji ikki samgonguna. Meðan ein trýr, at menn eru positivir og uppskotið fær vælvild undir fyrstu viðgerð og undir nevndarviðgerðini, so kemur uppskotið knappliga vrakað úr nevnd. Knappliga venda menn, uttan nakra sakliga grundgeving, sigur Kritian Magnussen.
Kristian Magnussen nevndi í uppskotinum, at t.d. ein millión varð nýtt at stuðla føroyskum framtaki innan tónleikin. Tó leggur hann dent á, at upphæddin ikki hevði alstóran týdning, men at talan meira var um eina heildarreglu at ganga eftir. Um at hava eina lóg um stuðul til útflutning í tónleikavinnuni.
Uppskotið kom í vinnunevndina har menn tyktust samdir. Prátað varð aftur og fram, álit skrivað og tí er tað undranarvert, at fólk knappliga venda, heldur Kristian Magnussen.
Møguleiki at satsa
- Hugsanin var ikki at geva nakað her og annað har, men at hava ein møguleika at satsa. Og kanska, at talan bert var um eitt lag, ella kanska einki, sigur Kristian Magnussen, sum heldur ikki sær nakað miðvíst í at lata Prix vinnarunum pening, eins og Signar á Brúnni gjørdi, tí vinnarin fær so nógvar aðrar sømdir.
Kristian Magnussen skilir heldur ikki, at Signar á Brúnni soleiðis trínur á pallin og býður vinnaranum 50.000 krónur í eini kapping, har ein ikki hevur lagt seg eftir at gera mun á gomlum, etableraðum tónleikarum og ungum tónleikarum.
- Hetta er løgin atburður, tá Løgtingið júst hevur felt eitt uppskot, ið veruliga kundi munað nakað, sigur Kristian Magnussen, ið heldur tað vera skeivt at standa og stuðla tónleiki , eins og mentamálaráðharrin, tá samgongan ikki vil taka undir við einum lógaruppskoti um tónleikastuðul, eftir øllum at døma, bert tí hetta var eitt andstøðuuppskot.
Vinnumál
Kristian Magnussen leggur dent á, at meingin við uppskotinum var at síggja tónleikin sum eina vinnu, at finna okkurt, ið kundi bera seg á kommersiella marknaðinum. Um upphæddin var ov lítil ella ov stór heldur hann ikki hevur nakað at siga, tí í lógini skuldi einki standa um hetta.
-Tað umráðandi var, at hetta kom á fíggjarlógina, og so var upphæddin ein politiskur spurningur, sigur Kristian Magnussen, ið leggur dent á, at serkøn fólk skuldu meta um, fólk í tordu at siga sína meting, soleiðis, at varð einki mett nóg gott, so fekk eingin stuðul og eingin peningur varð nýttur.
Kristian Magnussen sigur, at uppskotið júst fór í vinnunevndina, tí heta skuldi veðgerðast, sum vinnumál. Hetta, tí ikki skuldi verða neyðugt at kjakast um, hvørt hetta var mentan, ella hvør kundi fáa stuðul. Her var talan um at taka tónleikin sum eina vinnugrein.
Kristian Magnussen sigur seg sakna eina heildarætlan hesum viðvíkjandi, tí hann ivast ikki í, at standa vit ein dag t.d. við einum lag, ið við serkønari hjálp og marknaðarføring kann fáa gjøgnumbrot, so eru knappliga hópurin av peningi at vinna, men eingin veit, hvat slær ígjøgnum, har er nógv, ið spælir inn. Eisini tilvildin.