- Eg fari ikki at bjóða meg fram at verða forseti í FIFA.
Tað sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, FSF.
Stutt eftir døgverða, heitti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á FSF um at bjóða Føroyar fram at manna formanssessin í gøluraktu, altjóða fótbóltssambandinum, FIFA, nú Sepp Blatter legði frá sær í gjár.
Les eisini: Føroyingur skal vera forseti í FIFA
- Á pappírinum ber tað til at Føroyar bjóða seg fram at stjórna FIFA. Men hinvegin er tað óveriligt, sigur forsetin í FSF.
Hann sigur, at fyri at kunna stilla upp til FIFA forsetavalið, skulu fimm lond stilla eitt valevni upp. Men fyri at hava nakran møguleika at verða valdur, skal talan vera um eitt kent navn í øllum fótbóltsheiminum, og talan skal vera um ein, sum hevur eitt stórt og umfatandi netverk í øllum fótbóltsheiminum, sigur Christian Andreasen.
Hann sigur tískil, at Fótbóltssamband Føroya fer ikki at bjóða seg fram at stjórna FIFA og sjálvur fer hann heldur ikki í holt við tað.
- Ístaðin fyri at fara beint eftir forsetastarvinum, haldi eg, at føroyingar heldur skulu leggja seg eftir at fáa so nógvar nevndarsessir í FIFA sum gjørligt og sostatt fáa ávirkan tann vegin, sigur hann.
Sjálvur heldur Christian Andreasen, at tað eru nøkur heilt fá valevni, sum hava ein møguleika fyri at verða upp á tal sum FIFA forseti. Hann heldur ikki, at Ali, prinsur úr Jordan, sum stillaði upp ímóti Blatter fríggjadagin, hevur nakran møguleika.
Men sjálvur heldur Christian Andreasen, at fyrrverandi franski stórleikarin, og núverandi forsetin í evropiska fótbóltssambandinum, UEFA, Michael Platini, er besta boðið upp á ein nýggjan forseta í FIFA.
Platini hevur áður verið nevndur sum eitt valevni til forsetastarvið í FIFA. Hinvegin er hann eisini stutt síðani afturvaldur til forseta í UEFA.
- Ein orsøk til, at hann kanska ikki var upp á tal til forsetavalið í FIFA hesa ferð, var, at Sepp Blatter bjóðaði seg fram aftur.
- Hevði Sepp Blatter havt boðað frá, at hann fór at taka seg aftur, er væl trúligt, at Platini hevði bjóðað seg fram til FIFA forsetavalið hesa ferð.
Christian Andreasen heldur, at eitt sum talar ímóti at Platini fær møguleikan í FIFA, er, at UEFA og FIFA standa ikki serliga væl um sátt í løtuni.
- Men hinvegin er Platini vælkendur og vællýddur um allan heimin. Hann er savnandi og kennir fótbóltsheimin út í æsir, so hann er mítt besta boð upp tann næsta FIFA forsetan, sigur formaðurin í Fótbóltssambandinum.