Uppskotið til oljulóggávuna verður ikki lagt fyri tingið í næstu viku, soleiðis sum higartil roknað við, nú landsstýrið hevur avgreitt málið og latið tað víðari til tingið.
Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við Sosialin í vikuni, at fekk hann uppskotið frá landsstýrinum hesa vikuna fór tað helst at verða lagt fram í tinginum týsdagin í næstu viku.
-Hetta fer neyvan at bera til, sigur hann nú við blaðið og vísir til at fundir verða í Norðurlandaráðnum í næstu viku og verða ikki færri enn fimm landsstýrismenn og tríggir tingmenn við á fundunum í Finlandi.
-Teir verða ikki aftur fyrr enn hósdagin, so tað verður helst eingin fundur í næstu viku. So oljulóggávan verður helst at bíða til framløguna, sum verður týsdagin tann 18. november sigur tingformaðurin.
Tað hevur so við sær, at 1. viðgerð verður neyvan fyrr enn vikuna eftir tvs. 25. november. Hetta merkir, at ein 2. og 3. viðgerð av máli-num kann í fyrsta lagi vera millum jól og nýggjár og helst ikki fyrr enn eftir nýggjár.
Úr Tinganesi frættist í gjár, at tey vóru við at senda hana til løgtingið
Árni Olafsson, formaður í Oljuráðleggingarnevndini hevur júst verið í Føroyum á fundi í nevndini. Hann sigur seg vóna, at lógin verður samtykt í hesum árinum.
-Tað átti at borið til, tá hugsað verður um, at tingmenn longu nú eru kunnaðir um innihaldið í uppskotinum. Evnisdagarnir á Hotel Føroyum herfyri hava vónandi verið við til at geva teimum eitt ávíst innlit í málið.
Lítið orðaskifti
Uppá fyrispurning um hann ikki er bilsin av, at tað hevur verið so lítið alment orðaskifti um frágreiðingina frá Oljuráðleggingarnevndini, nú hon hevur verið løgd fram fyri almenningin sigur Árni Olafsson, at ein kann undra seg yvir, at so lítið hevur verið tosað og skrivað um hana. Frágreiðingin er jú full av upplýsingum og tilráðingum, so har skuldi verið nokk at trivið í.
-Frágreiðingin er eisini ætlað at vera eitt grundstøði undir einum orðaskifti leggur hann aftrat. Tá so lítið hevur verið frammi, so er tað kanska tí, at vit hava verið so gjølligir og at nógv ikki er at siga til hana.
Men vónandi fer orðaskiftið í sambandi við tingviðgerðina at vera gott sigur formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini.