Uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi í Føroyum, eigur at verða tikið aftur.
Tað sigur Jógvan Zachariasen, samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík.
Tey hava nú sagt sína hugsan um uppskotið at loyva samkyndum hjúnalagi í Føroyum. Og tey vísa á, at samstundis er ætlanin at yvirtaka málsøki, so tey skilja ikki, hví tað skal hava slíkan skund at seta tað í gildi, nú.
Tey í Lívdini vísa á, at tá ið málsøkið er yvirtikið, er onki í vegin fyri, at landsstýriskvinnan, sum umsitur málsøkið, ger eina væl gjøgnumarbeidda hjúnabandslóg, ella aðra lóg á økinum - eina lóg, sum verður hoyrd og sum fær eina virðiliga viðgerð í Løgtinginum.
Tí mæla tey í Lívdini til at uppskotini verða tikin aftur og at Løgtingið heldur samtykkir at heita á landsstýriskvinnuna í Heilsu- og innlendismálum, um at arbeiða víðari við málinum og at finna eina loysn, sum øll kunnu góðtaka og har ongin verður stigmatiseraður, ella skúgvaður til viks.
- Tað vera altíð ymiskar meiningar í einum so eymum máli í einum samfelag sum okkara, men tað minsta vit skylda okkum, og børnum okkara, er, at vit virða hvønn annan og lurta eftir hvørjum øðrum. Og okkara áheitan er til tykkum politikarar at finna eina slíka loysn, siga tey í Lívdini, sum tó ikki dylja fyri, at teirra hugaheimi er hjúnabandið ímillum mann og kvinnu.
Tað er ein aldargamlar stovnur, sum vit ikki eiga at pilka við, sigur samkomuleiðarin í Lívdini.
Men hann er heldur ikki førir fyri at siga, hvat hann sigur, at vit skulu hava eina loysn, sum øll kunnu góðtaka, og har eingin verður settur til viks.
- Vit síggja fyri okkum at málið verður yvirtikið, og so verða nevndir settar at viðgera málið og at finna eina loysn, sum øll kunnu góðtaka.
- Men eftir teirra tykki, skal talan ikki vera um hjúnaband, men um talan skal vera um skrásett parlag, ella onkra heilt aðra skipan, kann hann ikki siga, tí tað er nettupp hetta, kanningararbeiðið skal vísa, sigur hann.