Uppskrift: Soleiðis gert tú vatnbakkilsi

Tað ber til at fáa vatnbakkilsini at eydnast, um tú hevur hesi ráðini frá bakaranum í huga

Leitar tú eftir uppskrift upp á vatnbakkilsi á netinum, finnir tú eina rúgvu av ræðusøgum um miseydnaðar royndir og troyttar, flatar og óáhugaverdar vatnbakkilsir. Sum er hesin gátuføri baksturin óálítandi og hevur sín egna sterka vilja, og tað eru mong, sum ikki hætta sær undir at baka teir av somu orsøk.  Tað ber tó til at fáa fullkomnar, vælsmakkandi fastalávintsbollar úr vatnbakkilsum, um leiðbeiningin verður fylgd, sigur bakari.

Uppskrift

 Tilfar til á leið 8 vantnbakkilsi

  • 2,5 desilitrar av vatni
  • 125 gramm av smøri
  • 125 gramm av hveitimjøli
  • 3 stór egg

Mannagongd

  • Set ovnin á 200°.
  • Koyr vatnið í eina grýtu og fá tað upp á kók.
  • Koyr smørið í vatnið og smelta tað.
  • Síla mjølið niður í vatnið, tá tað kókar – so slepst undan, at klumpar eru í deigginum.
  • Rør vatn, smør og mjøl saman, meðan grýtan enn stendur á kókiplátuni. Tað er umráðandi, at tú skundar tær eitt sindur, tá mjølið verður rørt í. Ansa eftir, at tað er væl rørt saman. Deiggið skal vera blankt og sleppa grýtuni.
  • Lat síðani deiggið køla av í 15 minuttir.
  • Rør síðani eitt egg í deiggið í senn. Tað er sera umráðandi, at tað verður rørt væl, áðrenn tað næsta eggið latið koyrt í. Deiggið skal ikki verða ov bleytt. Rør síðani saman við eini sleiv so deiggið samlast.
  • Koyr deiggið í ein sproytiposa ella í ein frystiposa og klipp eina hornið av.
  • Tak eina bakiplatu við bakipappíri á og sproyta á leið 8 vatnbakkilsir á platuna.  Minst til, at vatnbakkilsi ganga og vaksa í ovninum, so lat gott pláss vera ímillum hvørt.
  • Vatnbakkilsi er kart, tá tað er gyltið og ljósabrúnt. Tað skal ikki verða ov myrkt.

Góð ráð til væleydnaði vatnbakkilsi:

Jórun Lassen Mørkøre, bakari, greiðir frá, at tá vatnið og smørið er kókað, er umráðandi at koyra mjølið í við tað sama og røra væl saman. Síðani skulu eggini í eitt og eitt. Tá tað verður rørt saman, brúkar hon ikki pískirís men sleiv. Hon greiðir frá, at deiggið skal verða eitt sindur tjúkt, men ikki alt ov tjúkt.

Hóast tað óivað ber til at brúka skeið, tá deiggið verður koyrt á platuna, so er best at brúka ein sproytiposa, heldur hon.

 Tað er umráðadi ikki at lata lúkuna á ovninum upp, áðrenn vatnbakkilsini eru liðugt bakaði. Verður lúkan upplatin, so søkka vatnbakkilsini saman.

Prei:

  • Baka bara ein platu við vatnbakkilsum í senn. Er ov nógvur bakstur í ovninum í senn, so verður tað ov fuktigt, og tað kann oyðileggja deiggið.
  • Vatnbakkilsini skulu køla av í fimm til 10 minuttir, áðrenn tey verða fylt við róma, kakukremi og øðrum góðum.