Upptøkukonsert við Hanusi G. og Cantabile

Fríggjakvøldið 14. februar verður Múllers Pakkhús tann hugnaligi karmurin um konsert við Hanus G og Cantabile. Konsertin verður samstundis tikin upp til serstaka fløgu, ið kemur út seinni í ár

Loksins verður tað! Fyri 21 árum síðani byrjaði sam­starvið millum Hanus G. Jo­hansen og Cantabile, tá ið tey eisini vóru á konsertferð í Føroyum, Danmark og Noregi. Pauli í Sandagerði, sum eisini var upprunin til gentu­kórið, stjórnaði kóri­num, og hann skrivaði kór­út­setingar til sjey kendar sang­ir hjá Hanusi G. við hetta høvið.
Hóast nógv vatn er runnið í áunum síðani 1993, so vóru vinarbondini knýtt so sterk, at ynskini og vónirnar um at taka sangirnir upp, ongantíð kódnaði. Eitt kvøldið hittust nøkur teirra til prát og huga­rok, og tá varð avgjørt at hava kærleiksyrkingar sum felagsnevnara í einari fløgu­útgávu.
Tað skuldi vera einfalt og vakurt – tað góða huglagið skal fáast fram, og tað skal hoyrast, hvat yrkingin snýr seg um. Tað er einfalt á tann hátt, at tað verður djúpa og kensluborna røddin hjá Hanusi, gittarin og røddirnar hjá 17 kvinnum, sum koma at skapa ljóðmyndirnar í Pakkhúsinum.
Pauli í Sandagerði hevur lagt nógvar varðar eftir seg í føroyskum tónleiki. Í kór­høpi hevur hann altíð lagt stóran dent á at fáa ein serligan stemning fram í sínum tónleiki, og hann brúkti nógva tíð til at fáa genturnar at skilja, hvat tær sungu um.
Genturnar, sum nú eru eitt kvinnukór, vildu sjálv­sagt hava Paula at seta sín dám á verkið. Pauli býr nú uttanlands, og sangir vórðu tí sendir til Vejle, har hann hevur gjørt kór til 4 sangir aftrat. Hóast kór­út­setingarnar eru gjørd­ar í Danmark, so hava kvinn­ur­nar, við hjálp frá ljóðfílum, sum eru sendar aftur til Føroya, vant her heima.
Nú konsertin verður, kem­ur Pauli sjálvur heim at stjørna kórinum undir upp­tøkunum. Men tað er Benja­min Gaasedal, sum sjálvur sang við gentu-kórinum sum 10 ára gamal, ið hevur vant við kórinum fram til kon­sertina. Benjamin er sjálv­lærdur og syngur enn við Cantabile, tá ið tað virkar sum blandað kór.
Í kórinum eru 17 kvinnur. Fleiri teirra eru kendir sang­arar frá ymiskum ørðum høp­um. Nevnast kunnu eitt nú Unn Paturson, Malan Eyðunsdóttir, Eyð Berghamar og Arina Bischoff, ið allar eisini eru navnframir solistar, og úr Danmark kemur Gun­hild Andreasen at vera við eftir nógv ár í útlegd. Men tað er Hanus G. Johansen, sum hesaferð er einsamallur solistur, og kvinnurnar eru í hesari útgávuni hansara einasta ljóðmynd saman við einsamalla gittaranum.
Konsertin kemur at vara ein lítlan tíma. Kravið til val av hølum var fyrst og fremst, at tað skuldi vera hugnaligt fyri at fáa rætta stemningin fram, og samstundis skuldi tað hóska til at gera upptøkur til fløguna. Hesum tekur ljóðmaðurin Jónas Block sær av, so sigast má, at Hanus og kvinnurnar eru í góðum hond­um.
Kostnaðurin til konsert­ina er 150 krónur, og at­gongu­merki eru til keyps í Kunningarstovuni í Havn. Pláss eru fyri 80 fólkum til hvørja konsertina; tann fyrra byrjar kl. 19 og tann seinna kl. 21. Fólk verða biðin um at vera í góðari tíð, dyrnar verða læstar, og tað er ikki møguligt at ganga inn og út undir konsertunum.