Upptakt: AB-EB/Streymur

Fyrsta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið verður í kvøld

Í kvøld klokkan 18 verður fyrsta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin er millum AB og EB/Streym. Rás2 sigur frá dystinum.

 

Hvørki argjamenn ella sundalagsmenn standa ella fella við útfallinum á Argjum í kvøld. Sorin Anghel, venjari hjá AB, hevur ein lítlan hóp í ár. Hesa ferð situr Mikkjal Hentze uttanfyri við leikbanni, eftir at hann fekk tvey gul kort í grannauppgerðini móti HB, sum AB tapti 5-0.

 

-Vit skulu reisa okkum aftur. Eg tími ikki at brúka so nógva tíð upp á tað, sum er farið. Vit mugu bara koma víðari. Vit møta einum liði, sum er á einum eitt hægri stigi enn vit, men í steypakappingini hevur tú altíð ein møguleika. Tað er stuttligt at spæla í steypakappingini, og tað er ongin vanlukka um vit tapa, sigur Sorin Anghel.

 

Argjamenn hava eina ferð fyrr verið í hálvfinaluni í steypakappingini. Tað var í 2009, tá teir samanlagt taptu 5-2 fyri júst EB/Streymi. EB/Streymur var tiltikið steypalið frá 2007 til 2012, men síðani hevur einki staðið til. Nú hevur liðið møguleikan at vinna seg í hálvfinaluna aftur.

 

-Vit spældu ein vánaligan fyrra hálvleik móti suðuroyingum. Hetta er ein møguleiki hjá okkum at fáa spælt ein ordiligan dyst. Vit koma at spæla við sterkastu manning og vilja vinna, men eg veit eisini væl, at tað kann koma at kosta í landskappingini. Tí er tað ongin vanlukka, um vit tapa, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.

 

Allir mans eru tøkir hjá sundalagsmonnum. 

 

Løgmanssteypið fjórðingsfinalur:

Í dag:

AB – EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á Rás2 

Í morgin:

B36 – Skála (14.00) Beinleiðis á Rás2

Víkingur – Suðringar (15.00) Beinleiðis á Rás2

HB – B71 (17.00)