Upptakt: Alt kann henda í mansfinalunum

Smálutirnir verða avgerandi fyri seinnu mansfinaluna í hondbólti

Serfrøðingar, leikarar og hondbóltsáskoðarar vóru undan fyrra finaludystin mikukvøldið á einum máli um, at mansfinalurnar fóru at gerast sera tættar.

So varð. Sjeyndi dysturin hetta kappingarárið millum Neistan og H71 endaði við triðja javnleikinum, og staðfesti at ikki ber til at taka dagar millum liðini í ár. Dysturin fór eisini fram  eins og teir flestu av undanfarnu dystunum.

 

Tað vóru tvær sterkar og kvikar verjur, ið hittust. Liðini skiftust um leiðsluna, og júst tá ið folk hildu at annað liðið hevði yvirvágna, so svaraði hitt liðið aftur. Var dysturin fimm minuttir longri ber væl til at Neistin hevði vunnið, og var hann tíggju minuttir longri, kundi tað eins væl verið H71, soleiðis sum dysturin flutti seg aftur og fram. Tá ið saman um kom, vóru tað Neistamenn, ið høvdu tikið hoyvíksleiðsluna aftur, og fingu í evstu løtu tryggjað rættvísa javnleikin.

 

Undan seinnu finaluni er støðan hjá liðunum báðum púrasta óbroytt. Tað snýr seg um at raka rætta spenningsstøði og at halda fram við góða verjuavrikinum. Hugburður verður altavgerandi, og leikarar og venjarar skulu vera hugsavnaðir í hvørjari gerð, tí ein vunnin ella mistur bóltur kann lættliga gerast avgerandi. Alt bendir nevnliga á at smálutirnir fara at avgera dystin.

 

Tað kunnu málverjuavrikini eisini. Vit sóu í fyrra dystinum, at bæði liðini hava hvør sínar tveir góðu málverjar, ið allir framdu týdningarmiklar bjargingar mikukvøldið. Tá ið ein av kappingarársins bestu leikarum, Nicholas Satchwell, hevði tað trupult, kom Mikkjal Hansen inn og tók um endan. Og tað gjørdist júst øvugt seinni, tá ið Nicholas kom inn aftur og fekk fleiri góðar bjargingar. Sama skil var í H71-málinum, har Ári Dam og Jens á Skipagøtu skiftust at fremja týdningarmiklar bjargingar.

 

Yvirhøvur kann alt henda leygardagin. Javnvágin í dystinum fer væntandi at koppa sær eins nógv og hon gjørdist mikukvøldið, og vit kunnu sita eftir við kensluni av at tað liðið, ið hevur eydnuna við sær seinastu fimm minuttirnar gerst føroyameistari.

Hinvegin er tað als ikki óhugsandi, at vit síggja annað liðið finna loysnir, og leggja seg greitt á odda. Hetta kunnu málverjuavrikini eisini virka til.

 

Tað er púrasta ógjørligt at spáa um hvussu leikur fer leygardagin, men væntandi verður tað ein tættur og javnur dystur, har hvør smálutur verður avgerandi, og tað er mikið møguligt at vit síggja enn ein javnleik.

 

Skaðastøðan hjá báðum liðum er óbroytt, og allir leikarar frá mikukvøldinum eru tøkir, hóast nakrir vøddar hava havt tørv á meira mýkjan enn vanligt.

Hoyvíkingar hildu ondini, tá ið Peter Krogh haltaði út á bonkin mikukvøldið, men frætt verður at hetta hevði lítið ogeinki uppá seg. Gaman í kendi hann ein vødda vera í so spentan, men hetta verður mýkt burtur, og Peter tekur sjálvur til at hann er “120 prosent til reiðar”.

 

Spennandi seinna finalan verður leikt leygardagin 21. Apríl klokkan 19.00 í Hoyvíkshøllini.

Arnar Dam og Gert Hansen døma dystin.

Verður neyðugt við einari triðju finalu, so verður hon sunnudagin 22. Apríl klokkan 19.00 í Hoyvíkshøllini.

Rás 2 varpar dystin út beinleiðis, og eisini ber til at fylgja við beinleiðis tekstafrásøgn á in.fo