Upptakt CSKA Sofia-B36: Ongin Sonni Ragnar

Europa league: B36 er enn eina ferð á ævintýrferð í Evropa, men nú er uppgávan stór

B36 skal í kvøld klokkan 18 spæla móti CSKA Sofia í 3. undanumfarinum í Europa League. B36 hevur skrivað føroyska søgu í Evropa, við at koma víðari tríggjar ferðir upp í slag í sama kappingarárið.

Les eisini: Samrøða við Jákup á Borg (FM1)

B36 byrjaði við at vinna á St Joseph’s á Gibraltar, og síðani hevur árstalsfelagið vunnu tveir framúr spennandi og hendingaríkar dystir á Tórsvølli. Fyrst móti Levadia Tallinn úr Estlandi og síðani móti The New Saints úr Wales.

Nú eitur uppgávan CSKA Sofia úr Bulgaria. CSKA Sofia vann 2-0 á BATE Borisov í 2. undanumfarinum. Liðið er á triðja plássi heimligu kappingini, har seks umfør eru spæld. Liðið bleiv nummar tvey í landskappingini í fjør. Tað hava veddingarfyritøkurnar eisini lagt til merkis.

- Sum vanligt, so fara vit avstað tíðliga fyri at fáa best møguligu upptaktina til dystin. Vit hava vant um kvøldið og hitin er ikki nakað, sum kemur at órógva. Vit búgva væl og hava ladað væl upp, sigur Jákup á Borg.

Veddingarfyritøkurnar trúgvi ikki upp á B36

Lægstu oddsini uppá sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru 11,08. Hægstu oddsini uppá sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru heili 24,75. Oddsini uppá sigur til CSKA Sofia aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,11 og 1,16. Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 6,60 og 8,29. 

##med2##

- Eg trúgvi upp á tað og tað er nokk. Sum eg havi sagt til hinar dystirnar, so skulu vit tora at droyma okkum víðari. Eg eri ótrúliga stoltur av mínum monnum og tí, sum teir hava avrikað higartil, men vit eru her fyri vinna ein dyst. Tað er jú bara ein dystur og tá er tað eitt sindur meiria tilvild, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 Les eisini: Veddingarfyritøkurnar hava CSKA til favoritt

Hann verður uttan Sonna Ragnar Nattestad, ið hevur leikbann, meðan tað eru avbjóðingar á málmanspostinum, har Rói M. Hentze mátti skiftast út í 3-0 sigrinum á AB. Eykamálverji er Símun Rógvi Hansen, sum spælir millum lítið og einki, tí hann hevur ein skaða í knænum. 

- Onkur ivamál eru í hópinum. Sonni Ragnar hevur leikbann, og tætta skráin ger at menn eru eitt sindur slitnir. Bæði fysioterapeutur og lækni hava úr at gera, tí allur menn vilja spæla hendan dystin, sigur Jákup á Borg við FM1.

Hann leggur afturat, at CSKA Sofia er eitt lið við dugnaliguum bóltspælarum. Víst verður millum annað á, at teir hava 14 útlendingar á liðnum og megna at tiltrekkja spælarar úr øllum Evropa.

##med3##

- Vit koma sjálvandi at standa nógv í verjustøðu og tað ahav vit prógvað at vit kunnu, men eg vænti at vit koma til einar fýra málmøguleikar. Tá ræður um at verða avgjørdur, sigur Jákup á Borg. 

##med4##

Tað verður Tamás Bognar úr Ungarn, ið skal døma dystin á Bulgarska Armia Stadion í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18. FM1 byrjar at senda klokkan 18 í kvøld í samband við frásøgn av dystinum millum KÍ og Dinamo Tbilisi. Her verður eisini fylgt við gongdini millum CSKA Sofia og B36. Tú kanst eisini fylgja gongdini á In.fo.

##ms##