Upptakt: Europa League finalan

Europa League: Hatta er sum ein Champions League finalan fyri Eintracht Frankfurt og Rangers

Í kvøld verður finalan í Europa League. Hon er millum týska Eintracht Frankfurt, sum ikki hevur tapt í kappingini í ár, og skotska Rangers, ið hevur vunnið á bæði RB Leipzig og Borussia Dortmund á veg til finaluna.

 

Eintracht Frankfurt – Rangers (20.00)

 

Tað verður roknað við einum hendingaríkum kvøldi í spanska býnum Sevilla, tá finalan í Europa League verður í kvøld. Bæði Eintracht Frankfurt og Rangers hava nógv íðin viðhaldsfólk, sum hava bíða leingi eftir einum evropiskum steypið. Viðhaldsfólkini hava eisini fylgt liðunum gjøgnum alla kappingina í ár.

 

Eintracht Frankfurt vann seinast í Evropa, tá felagið vann UEFA Cup, meðan vit skulu heili 50 ár aftur, fyri at finna størstu løtuna hjá Rangers í evropiskum fótbólti. Skotska felagið vann í 1972 Europa Cup, sum í dag eitur Champions League.

 

Eintracht Frankfurt eru ósigraðir í kappingini í ár. Minniligasti sigurin kom á FC Barcelona, tá Eintracht Frankfurt vann á Camp Nou frammanfyri næstan 30.000 týskum áskoðarum, ið høvdu leitað sær til katalanska høvðusstaðin. Eintracht Frankfurt er nokk at rokna sum favorittur í kvøld. Teir eru nummar 11 í Bundesliguni.

 

Vónin hjá Rangers er, at liðið hevur longu vunnið á bæði RB Leipzig og Borussia Drotmund, sum bæði hava staðið seg betri í Bundesliguni í hesum kappingarárinum enn Eintracht Frankfurt. Rangers var seinast í finaluni í 2008, tá russiska Zenit fór við steypinum. Rangers bleiv í ár nummar tvey í Skotlandi, og er í steypafinaluni.

 

Vinnarin kemur í Champions League komandi kappingarár, og verðu styrkismett í bólki 1.

 

Væntandi uppstillingar:

 

Frankfurt: Trapp; Touré, Tuta, N'Dicka; Knauff, Sow, Rode, Kostić; Hauge, Kamada, Borré

 

Rangers: McGregor; Goldson, Lundstram, Bassey; Tavernier, Jack, Kamara, Barišić; Wright, Aribo, Kent.