Upptaktssamrøður við venjararnar hjá VÍF og Kyndli (FM1)

(FM1) Hoyr tað sum Ingi Olsen og Bárður Johannessen høvdu at siga undan 2. FM-finaluni í Vestmanna. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr upptaktssamrøðuna Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 gjørdi við Inga Olsen, venjara hjá VÍF-kvinnum stutt undan 2. FM-finaluni millum VÍF og Kyndil, ið byrjar í høllini í Vestmanna klokkan 17.

2) Hoyr upptaktssamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bárð Johannessen, venjara hjá Kyndli stutt undan 2. FM-finaluni.

 

Kyndil hevur tikið Annu A. Brimnes heim til dystin, og tað gevur Kyndli eina størri skothóttan útifrá. Ingi Olsen heldur, at liðini kenna hvønn annan so væl, at tað eru ikki nógv yvirraskilsi liðini kunnu koma við.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1 Teitur Joensen er viðmerkjari. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.