Uppvísningur av klaksvíkingum

Á Norðoyastevnu var púra javnt. Á Fjarðastevnu var Eysturoyingum fremstur, á Sundalagsstevnu eydnaðist tað Klaksvíkingi at vinna, og tí var stórur spenningur undan 10-mannafars róðrinum í góðveðrinum á Trongisvágsfirði í dag.

Klaksvíkingur leyp avstað í startinum. Tað var skjótt, at munurin aftur til Eysturoying var tað mesta av einari bátslongd, og so stýrdu teir umborð á Klaksvíkingi kappingini, um tað ber til at kalla tað kapping.

Eftir at tað var vorðið leyst ímillum tveir teir fremstu, so royndi Eysturoyingur fleiri ferðir at bjóða av. Onkra ferðina togaðu teir seg fram á lærið á Klaksvíkingi, men so svaraðu klaksvíkingar aftur, og tá ið teir fóru undir endaspurtin var fjarstøðan frá Klaksvíkingi og aftur til Eysturoying hálv onnur bátslongd.

Í endaspurtinum royndu teir á Eysturoyingi at bjóða av, men Klaksvíkingur stýrdi einsamallur fram ímóti málinum. Talan var um uppvísningsróður hjá klaksvíkingum.

Nú er tað púra javnt ímillum Klaksvíking og Eysturoying í FM kappingini.

Hetta var fyrsta ferðin, at nýggi Eysturoyingur royndi seg.

 

Úrslit

1 Klaksvíkingur 08:48.08

2 Eysturoyingur 08:51.15

3 Ormurin Langi (RK) 09:02.13

 

Støðan

1 Eysturoyingur 26

2 Klaksvíkingur 26

3 Ormurin Langi (RK) 20