Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í vikuni.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur slakari nú, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Teir fáa eisini nakað av svartkalva og blálongu.
- Báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa síðst í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tveir aðrir djúpvatnstrolarar eru eystanfyri og fiska svartkalva. Annar kemur inn at landa í vikuni, og hesin hevur bæði roynt eystanfyri og á Íslandsrygginum.
Um trolbátarnar verður sagt, at tveir fiska havtasku, og báðir koma inn at landa í vikuni. Tveir eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av reyðsprøku.
Trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin roynist misjavnur.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.











