Eftir eldsbrunan á bilverkstaðnum í Grønadali í Suðuroy fyrrakvøldið, har alt, sum kundi brenna, kolaðist upp, vóru brunateknikarar hjá løgregluni í Suðuroy í gjár og kannað umstøðurnar.
- Teir fóru suður við tyrluni og komu norður aftur um 19-tíðina í gjárkvøldið. Nú skal ein meting gerast, hvørt neyðugt verður at senda boð eftir brunateknikarum úr Danmark ella ei.
Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
- Alt er brent, sum brennast kann og bygningurin, sum eftir stendur, stendur til niðurrívingar, segði vaktleiðarin í gjár.
Soleiðis er hetta ein stórur skaði, har einki er eftir av tí, sum var. Ein rúgva av dekkum vóru eisini í bygningnum, og alt fór upp í royk - uppí svartan royk.
##med2##
Tá vaktleiðarin í morgun varð spurdur, um ástøðið hjá løgregluni er, at eldurin kann vera ásettur, segði løgreglan, at tað er ikki hetta, sum í løtuni drívur kanningararbeiðið.
Sostatt er í løtuni ógreitt, hví eldur kom í bilverkstaðn nærinds miðnámsskúlanum í Hovi fyrrakvøldið, og nú verður so mett um, hvørt boð skulu sendast eftir serkønari hjálp úr Danmark ella ei.











