Í gjár og í dag hevur landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landað tilsamans 550 tons av upsa og gulllaksi. Partrolararnir Heykur og Falkur landa umleið 300.000 pund í Saltangará í dag, og í gjár vóru Rókur og Lerkur inni við umleið 318.000 pundum.
Meginparturin av veiðini hjá partrolarunum er upsi, men Rókur og Lerkur høvdu eisini sløk 30.000 pund av longu.
Í gjár landaðu eisini gulllaksaskipini, Polarhav og Stjørnan. Skipini høvdu meiri enn fulla last, og veiðan var umleið 500.000 pund tilsamans.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará siga tey, at hóast veiðan hjá gulllaksaskipunum framvegis er góð, hava skipini seinastu tríggjar ella fýra túrarnar brúkt ein dag meiri til at fylla lastina.
Polarhav og Stjørnan landaðu 23. juni, og longu í gjár - 28. juni - vóru tey inni aftur við fullari last.
- Meðan tað í byrjanini av gulllaksavertíðini tók einar 3-4 dagar at fylla skipini, hevur tað seinastu tíðina tikið einar 4-5 dagar at fylla lastina. Men hetta er framvegis góð veiða, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.