Upsin er sum hann plagar at vera

- Úrtøkan er tann sama í dag, sum hon vanliga er hesa tíðina av árinum, sigur Jason Johannesen

Fiskivinna

Mánadagin var lemmatrolarin, Vesturvarði í Saltangará. Teir høvdu fult skip, eini 220.000 pund, harav sløk 200.000 pund var upsi.
Hetta er einasta landing, sum hevur verið í Saltangará hesa vikuna, men Fiskavirking hevur fingið fisk úr Vestmanna og Miðvági. Nakað lá eisini niðurfyri frá vikuni fyri, so nóg mikið hevur verið at tikist við hvønn dag.


Frægari upsi

Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at upsin, sum Vesturvarði hevði, var heldur frægari í stødd, enn upsin er annars, sum virkið keypir. Eini 20% av veiðini var upsi 2, og tað hevur verið meira óvanligt seinastu tíðina. Onkrar túrar telja 3?arar og 4?arar heili 80-90% av veiðini.
- Upsin heldur sær annars á sama støði enn, og úrtøkan er hin sama, sum hon plagar at vera hesa tíðina av árinum. Úrtøkan er ikki størri, men hon er heldur ikki minni.


Fellir 5%

Virkisleiðarin sigur, at sum vanligt er hesa tíðina, byrjar tann størri fiskurin, sum fer at gýta til várs, at gerast meira rak.
- Tá ið vit koma út í hálvan januar og í vármánaðunum verður fiskurin rak, og tá fellir úrtøkan á upsanum vanliga eini 5%. Út í mai mánaða plagar fiskurin at fitna aftur, sigur Jason.
Á Fiskavirking í Saltangará eru tey til arbeiðis hvønn dag.