Úr fongsli í Danmark til Føroyar at syngja

Eitt kór, sum er mannað við langtíðarfangum úr Danmark, kemur til Føroya at halda konsertir

Næsta ár kemur eitt rættiliga sermerkt kór til Føroya at syngja.

Talan er um fangakórið úr fongslinum í Vridsløselille, sum kemur higar at hava nakrar konsertir í kirkjum og samkomuhúsum.

 

Kórið er sprottið úr kirkjuni í fongslinum. Tað hevur fleiri ár á bakið og ferðast víða at hava konsertir og hevur eisini givið fløgur og dvd út.

Kórið hevur verið nógv frammi í miðlunum og tað er eisini ein bók skrivað um tað.

Tað er  Sverri Steinhólm, fongulsprestur í Føroyum, sum hjálpir til at fyrireika føroyaferðina.

Hann sigur, at talan er um eitt rættiliga væl umtókt kór og tilsamans hava tey sungið í yvir 400 kirkjum og tað er umbiðið trý ár fram.

Men nú hevur kórleiðarin spurt um tað kunnu koma til Føroya at syngja og tað verður um hálvan august, at tey koma hendanvegin við einum ferðalagið upp á eini 15 fólk.

Tey, sum manna kórið er bæði núverandi fangar, sum hava framt álvarslig lógarbrot og sum eru dømdir heilt langar fongsulsrevsingar.

Men manningin kann skifta eitt sindur, eitt nú er tað ymiskt, hvør hevur útgonguloyvi, tá ið konsertir eru o.s.fr.

Sverri Steinhólm hevur nýliga verið í Danmark, har hann hitti kórið undir eini venjing og tann sangarin, sum hevði  harðasta dómin hendan dagin, skuldi sita í 17,5 ár og tað er millum harðastu dómar, sum tað yvirhøvur ber til at fáa.

Nógvar av sangunum hava sangararnir skrivað sjálvir og stílurin er gospel, blues o.s.fr. sigur Sverri Steinhólm.

 

Við at trýsta á youtube-brotið ber til at hoyra kórið syngja