Hósnáttin var rokalig á politistøðini í Havn.
Ein óður og fullur maður gjørdi bart, og kastaði steinar á rútarnar á politistøðini og kastað eitt stórt á gittarportrið, sum bognaði. Maðurin náddi at bróta seks rútar, áðrenn løgreglufólk fingu steðgað honum.
Bara ein vakthavandi var á støðini, tí øll hini vóru upptikin í álvarsligari atsókn í býnum, har ein annar maður skjeyt við skørpum, og tí var onki annað at gera, enn at tilkalla fólk, og bíða til tey komu fram.
Álopið á løgreglustøðini hendi klokkan 5.40 hósmorgunin. Ein bilur við einum kvinnuligum førara setti 44 ára gamla mannin av, sum var púrasta villur, sigur Jón Klein Olsen, støðleiðari. Hann var í øðini, hevði nærmast dilirium tremens, so hann veit neyvan, hvat hann hevur gjørt.
Maðurin var so mikið ávirkaður, at tað var púrasta ómøguligt at fáa nakað burtur úr honum, men sambært Jón Klein Olsen var tað ikki løgregluna, hann var óður við. Hann hevur áður gjørt okkurt herverk, men hóast tað hesaferð gekk út yvir sjálva politistøðina, so hendir neyvan annað, enn tað vanliga ger, tá talan er um herverk.
Hann skal rinda skaðan aftur, og tað verður tilsamans ein fitt upphædd. Annars verður ikki gjørt meira.