Úr savninum: 10 ár síðani fløgan "Jólini ljóma" kom út

Hoyr samrøðu sum var gjørd á gamla Rás2 fyri 10 árum síðani við Hjalta Bogason og Boga Godtfred

 

Fyri 10 árum síðani kom út ein dygdargóð, væl framleidd og øðrvísi jólafløga. 

 

"Jólini ljóma" er ein føroysk fløga, ein jólafløga við útlendskum jólasangum, sum Hjalti Bogason syngur. Pápi Hjalta, Bogi Godtfred hevur umsett allar yrkingarnar til føroyskt. Allur tónleikurin er arrangeraður av Simon Hale. Malan Hansen syngur backing rødd á sangunum: "Klokkurnar kærleiksfult ringja" og "Náttin ljós úr niðu trein."

 

HER  ber til at hoyra eina samrøða sum var gjørd á gamla Rás2 fyri júst 10 árum síðani í 2012 við Hjalta Bogason og Boga Godtfred, ið greiddu frá tí tá nýggju jólafløguni. 

 

 

 

Sangir á fløguni: 

 

  1. Á Betlehems vegi - 2.50 min.
  2. Boð Gabriels - 3.57 min.
  3. Klokkurnar kærleiksfult ringja - 3.15 min.
  4. Reiðmenn tríggir - 3.42 min
  5. Í skógini eitt jólatræ - 3.12 min.
  6. Veðurbardi vetur - 3.58 min.
  7. Lágt á luftini sól stendur gylt - 3.47 min.
  8. Einglar hoyrast himli á - 5.59 min.
  9. Tá okkum barn er føtt - 3.26 min.
  10. Náttin ljós úr niðu trein - 3.32

 

Ljóðføri, tónleikarar v.m. :

 

  • Sett tónleikin út fyri orkestur: Simon Hale
  • Sangur: Hjalti Bogason og Malan Hansen
  • Orkesturleiðsla og klaver: Simon Hale
  • Gittarar: John Parricelli
  • Bassur: Steve McManus
  • Slagljóðføri: Keith Fairbairn
  • Trummur: Ralph Salmins
  • Violin: Julian Leaper
  • Bratch: Garfield Jackson
  • Cello: Tim Gill
  • Floytur, klarinett og saxofonir: Nick Moss
  • Prompet og horn: Mike Lovatt
  • Upptøkuleiðari: Steve Price, Angel Studios, London
  • Tøkningur: Jeremy Murphy, Angel Studios, London
  • Lagt til rættis, tikið upp og redigerað røddir: Jákup Zachariassen, Kris-Stuff Studio
  • Ljóðblandað: Steve Price, London
  • Mastrað: Dennis Blackham, Skye Mastering, Isle of Skye, Skotland
  • Útgevarar: Ása K. Isaksen og Bogi Godtfred

 

Kelda: Wikipedia

 

##med2##