Urd Potts tekur við sum næst­for­kvinna í Før­oya Hand­verks­meist­ara­felag

Urd Potts er vald í nevndina hjá Føroya Handverksmeistarafelag og er samstundis vorðin nýggj næstforkvinna í felagnum

Vinnuhúsið:

 

Á aðalfundinum hjá Føroya Handverksmeistarafelag fríggjadagin 17. apríl varð Urd Potts vald í nevndina. Hon tekur við, nú Petur Frank Joensen hevur lagt frá sær eftir drúgva tænastu í felagnum. Hann hevur verið virkin í nevndararbeiðinum í fleiri ár og hevur verið við til at menna og styrkja felagið.

 

Góð luttøka var á aðalfundinum, har nevndarval og onnur viðkomandi mál vóru á skránni. Aðalfundurin er ein týðandi pallur, har felagið ger støðuna upp og leggur kósina fyri arbeiðið framyvir.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður, og Urd Potts varð vald til næstforkvinnu. Við nýggju samansetingini sameinir nevndin nýggjar kreftir og drúgvar royndir.

 

Sjúrður Holm stóð eisini fyri vali, og hann varð afturvaldur. Sostatt er nevndin mannað soleiðis:

 

  • Magnus Magnussen, formaður
  • Urd Potts, næstforkvinna
  • Sjúrður Holm
  • Dávur Kunoy Høgnason
  • Jens Kristian Haraldsen

 

Føroya Handverksmeistarafelag er meginfelag fyri handverksmeistarafeløg kring landið og hevur ein týðandi leiklut í at arbeiða fyri góðum karmum og treytum í vinnuni.

 

Nevndin fer framhaldandi at arbeiða fyri at styrkja vinnuna og seta sjóneykuna á menning, útbúgving og kappingarføri í føroysku byggivinnuni.