Ein fyrrverandi sersjantur í amerikonsku flogverjuni varð í nátt avrættaður í amerikanska statinum Florida.
Maðurin er 60 ára gamli Edward Zakrzewski, sum hevði játtað seg sekan í morðinum á konu sína Sylviu og báðum børnum teirra - ávikavist fimm og sjey ár - í juni 1994.
Zakrzewski drap konu sína við at sláa hana við einum kúbeini og við at kvala hana við einum bandi.
Hann høgdi tey bæði børnini til deyðis við stóra knívinum, sum Zakrzewski hevði keypt í døgurðasteðginum, eftir at hann hevði fingið at vita, at kona hansara vildi hava hjúnaskilnað.
Fyrrverandi sersjanturin flýddi síðani til Hawaii og broytti navn.
Fýra mánaðir seinni gav hann seg sjálvan upp til løgregluna, eftir at nøkur av vinfólkunum kendu hann aftur í sjónvarpssendingini "Unsolved Mysteries".
Zakrzewski varð avrættaður klokkan 18:12. (23:12 okkara tíð) í Florida State Prison eftir at hægstirættur mikudagin avvísti kæru.
Avrættingin varð framd við deyðiligari sproytu.
Sambært lokala miðlinum Pensacola New Journal vóru seinastu orðini hjá fyrrverandi sersjantinum:
- Eg fari at takka teimum góðu fólkunum í sólskinsstatinum fyri at hava dripið meg á mest kalda, roknandi, snøgga, menniskjaliga og effektiva hátt sum gjørligt. Eg havi als einki at klaga um.
Í ár eru 27 fólk avrættað í USA. Hetta er hægsta talið síðani 2015, tá 28 fólk vórðu avrættað.
Flestu avrættingarnar í ár hava verið í Florida, har deyðarevsing hevur verið nýtt níggju ferðir.
Møguleikin at døma fangar til deyða er tikin burtur í 23 av teimum 50 amerikansku statunum. Teir tríggir statirnir Kalifornia, Oregon og Pennsylvania hava fyribils steðgað møguleikanum fyri deyðarevsing.
Forsetin í landinum, Donald Trump, er talsmaður fyri deyðarevsing. Tá hann varð innsettur í Hvítu Húsunum í januar, segði hann, at tað skuldi brúkast sum revsing fyri tey mest ræðuligu brotsverkini.
Ritzau/AFP