Amerikanska sjónvarpið CNN veit í kvøld at siga frá einum ónevndum embætismanni, at varaleiðarin í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, Abu Yahya al-Libi, doyði, tá eitt ómannað dronuflogfar søkti at einum máli í Pakistan.
CNN sigur, at hetta má metast at vera tað størsta bakkastið fyri al-Qaeda, síðani amerikanskir hermenn beindu fyri Osama bin Laden fyri einum ári síðani.
Síðani bin Laden doyði, hevur Ayman al-Zawahiri verið leiðari í al-Qaeda, og Al-Libi (myndin) hevur verið næstur honum.