USA: Flogfar rendi seg fast í eina el-mastur

Tveir menn í sekstiárunum vóru í smáflogfarinum, og teir sluppu væl burtur úr hendingini.

 

Í gjárkvøldið rendi eitt smáflogfar seg fast í eina háspenningarmastur í Maryland í USA.

 

Tveir mans í sekstiárunum vóru í flogfarinum, og teir sluppu til alla lukku óskalaðir frá hendingini.

 

Við tað, at flogfarið gjørdist fast í háspenningarmastrini, var neyðugt við serligum fyrivarni, tá menninir skuldu bjargast úr flogfarinum.

 

Sagt verður úr Maryland, at hendingin við flogfarinum í háspenningarlinjuni elvdi til streymslit í økinum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at flogfarið rendi seg fast 30 metrar yvir lendinum.

 

Tað var ikki fyrr enn tíðliga í morgun okkara tíð, at tað eydnaðist at bjarga monnunum úr flogfarinum.