USA hevur stongt mark til Meksiko

Løgreglan hevur skotið táragass eftir migrantum, sum vilja inn í USA

Amerikanskir myndugleikar hava í dag stongt eina ta mest nýttu marknaleiðina millum Meksiko og USA.

Tað skrivar CNN.

Orsøkin er, at umleið 500 migrantar hava roynt at sloppið inn í USA á leiðini millum Tijuna í Meksiko og San Diego í USA. 

Løgreglan hevur skotið táragass eftir fólkamongdini, og sambært CNN hevur forsetin Donald Trump givið teimum 6000 hermonnunum, sum eru at finna í økinum, loyvi at skjóta við skørpum, um tað verður neyðugt.