USA krevur serreglur fyri sínar ST-hermenn

Amerikanska stjórnin hóttir við at nýta sýtingarrættin, um hermenn í ST-tænastu kunnu dragast fyri altjóða revsirættin

Amerikanska stjórnin hevur sýtt fyri at skriva undir sátmálan um altjóða revsirættin, sum verður settur á stovn tann 1. juli, og nú hóttir stjórnin við at taka tað fyrsta stigið ímóti rættinum.
Ætlanin var, at trygdarráðið hjá ST skuldi leingja heimildirnar hjá friðarvarðveitandi løgregludeildunum í Bosnia hósdagin, men málið mátti útsetast. tí USA sýtti fyri at taka undir við tí. Amerikanski ST-sendiharrin, John Negroponte, segði, at um neyðugt fer USA at nýta sýtingarrættin ímóti málinum.
Amerikanska stjórnin ber ótta fyri, at amerikanskir hermenn og yvirmenn kunnu verða drignir fyri tann nýggja altjóða revsirættin í Haag av politiskum orsøkum, og tí hevur stjórnin kravt, at amerikanskir hermenn og løgreglumenn í ST-tænastu skulu ikki kunna dragast fyri rættin.
Hetta vilja hini londini ikki góðtaka.