USA: Kríggið gongur við hálvum blussi

- Vit ivast í, um russisku herdeildirnar eru fyrireikaðar til nýggj ukrainsk mótálop, og vit síggja positivt upp á støðuna hjá ukrainska herinum í tíðini, sum liggur fyri framman.

Amerikanski fregnartænastuleiðarin, Avril Haines, sigur, at russiska álopskríggið í Ukraina í løtuni gongur við hálvum blussi, og hon heldur, at tað kann fara at ganga móti betri tíðum hjá ukrainsku herdeildunum gjøgnum veturin.

 

Í einum fyrilestri í Reagan-miðstøðini í Kalifornia segði hon, at tey í løtuni síggja, at ferðin í krígnum er minni, og hon væntar, at báðir partar byggja seg upp og fyrireika seg til nýggj álop móti vári.

- Men, vit eru nógv í iva um, hvørt russisku herdeildirnar eru fyrireikaðar til nýggj ukrainsk mótálop, og vit síggja positivt upp á støðuna hjá ukrainska herinum í tíðini, sum liggur fyri framman, segði hon.

 

Fregnartænastuleiðarin heldur, at um russiski forsetin áður hevur fingið ov lítið at vita um vánaligu gongdina í krígnum, tykist tað, sum hann í dag veit betur um avbjóðingarnar, sum russisku deildirnar hava í Ukraina.

 

Ábendingar eru eisini um, at undirtøkan fyri russiska álopskrígnum í Ukraina er minkandi í Russlandi, og hildið verður, at hetta kann gerast ein stórur trupulleiki hjá Vladimir Putin, forseta.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.