Tangaskipið "Marinera", sum áður varð nevnt "Bella 1", siglir gjøgnum Singaporesundið í mars 2025. Tað hevur altjóða uppmerksemi verið um skipið, sum nú er í Atlantshavinum. (Savnsmynd). - Mynd: Hákon Rimmereid/Reuters

USA leggur hald á russiskt skrásett oljutangaskip

USA hevur lagt hald á eitt oljutangaskip í Atlantshavi. Skipið er fevnt av revsitiltøkum

Tangaskipið "Marinera", sum áður varð nevnt "Bella 1", siglir gjøgnum Singaporesundið í mars 2025. Tað hevur altjóða uppmerksemi verið um skipið, sum nú er í Atlantshavinum. (Savnsmynd). - Mynd: Hákon Rimmereid/Reuters

Tað váttar U.S. European Command, sum er ein eind í amerikanska herinum, á sosiala miðlinum X mikudagin.

USA nevnir skipið "Bella 1", men tað er seinastu vikurnar selt einum russiskum felag og hevur broytt navn til "Marinera".

Fyrr í dag varð boðað frá, at USA framdi eitt átak, har landið royndi at leggja hald á "Marinera" eftir at hava fylgt skipinum tvørtur um Atlantshavið í tvær vikur.

Fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú Wall Street Journal, hava áður skrivað, at Russland hevur sent ein kavbát og onnur skip at fylgja skipinum. Blaðið vísir til ein ónevndan amerikanskan embætismann.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 

 

 

Tangaskipið "Marinera", sum áður varð nevnt "Bella 1", siglir gjøgnum Singaporesundið í mars 2025. Tað hevur altjóða uppmerksemi verið um skipið, sum nú er í Atlantshavinum. (Savnsmynd). - Mynd: Hákon Rimmereid/Reuters

Amerikanski herurin hevur almannakunngjørt hesa myndina, sum eftir øllum at døma vísir sanktioneraða oljutangaskipið, sum hald er lagt í Atlantshavi. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix