Ein hernaðardómstólur í USA hevur fríkent Bradley Manning fyri at hava hjálpt fíggindum USA við at lata WikiLeaks skjøl. Men hann er kendur sekur í at njósnast í fleiri førum, skrivar dr.dk.
Manning er fríkendur fyri álvarsligastu ákæruna, svik av grovasta slag. Men hann er dømdur fyri hini tjúgu ákærupunktini og stendur til at fáa langa fongsulsrevsing.
Bradley Manning varð dømdur fyri at hava njósnast í fimm førum, fyri stuldur í fimm førum, teldusvik og fleiri hernaðarbrotsgerðir.
Verjin hjá Manning, David Coombs, hevði grundað verjuna á, at Manning hevði friðarætlanir og ikki ætlaði at skaða land sítt, tá hann frá november 2009 til mai 2010 gav WikiLeaks loynilig skjøl.