USA og India hava gjørt eina avtalu, sum skal stimbra tøkniligu menningina av reinari orkuskipanum. Tað skrivar SEV á heimasíðu sínari.
Uttanríkisráðharrarnir úr teimum báðum londunum, Hillary Clinton úr USA og S.M. Krishna úr India, settu sínar undirskriftir á avtaluna, sum eisini er tekin um eitt styrkt samstarv í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingunum.
Avtalan varð undirskrivað undir vitjanini hjá indiska forsætisráðharranum, Manmohan Singh, í Washington.
Amerikanski forsetin, Barack Obama, heldur, at heimurin við hesi avtaluni er komin ?eitt stig nærri? eini veðurlagsavtalu á veðurlagstoppfundinum í Keypmannahavn í desember.
Í síðstu viku hitti Obama kinesisku leiðararnar í Bejing.
Á einum tíðindafundi í gjárkvøldið segði hann, at eftir samráðingar hansara við Singh og kinesisku leiðararnar eru útlitini fyri eini avtalu betri.
- Hetta ber okkum eitt stig nærri eini góðum úrsliti í Keypmannahavn, sigur forsetin.
Singh legði dent á, at tað er umráðandi, at londini gera tað, sum er neyðugt, til tess at røkka eini sterkari og virkisførari avtalu.
Kelda: www.sev.fo