USA og Ísland møtast í Norðurlandahúsinum

(Ljóðbrot) Hoyr tað, sum Woody Wright og Páll Rósinkranz søgdu í seinnapartssendingini hjá Rás2

Amerikanskir gospelsangarar og íslendskur trubadurur vitja Føroyar í hesum døgum.

 

Vonnie og Woody Wright kunnu sigast at vera partur av sonevnda Gaither-umhvørvinum í USA. Vonnie var í nógv ár við í Gaither-familjuni. Woody er kendur bæði sum einstaklingur, við duettini saman við konu síni og sum sangskrivari. Hann hevur millum annað skrivað fleiri tekstir á nýggju fløguni hjá Halli Joensen – eitt nú sangin ”Send me a letter Amanda”. Tey bæði koma at framføra ymsar kendar sangir, eins og egið tilfar.

 

Páll Rósinkranz var á sinni sangari í íslendska bólkinum Jet Black Joe, men hevur síðani 1996 staðið á egnum tónlistarligum beinum. Hann er best kendur fyri tvær fløgur, sum hann gav út í 2000 og 2001 við stillum tónleiki – sonevndum balladum - men hann hevur eisini útgivið tónleik síðani tá. Páll er í dag sera væl kendur og framúr sangari.

 

Seinnapartin vitjaðu Woody Wright og Páll Rósinkranz Rásarúmið til eitt prát.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Woody Wright og Páll Rósinkranz bóru fram, umframt nøkur løg, sum teir hava sungið inn hvør sær.