USA steðgar ávísum vápnaveitingum til Ukraina

Sambært einum ónevndum embætismanni hevur USA varhugan av, at landsins egnu vápnagoymslur eru vorðnar ov lítlar, skrivar AP.

Á myndini síggjast ukrainskir hermenn í støðu ikki langt frá hermótinum 14. juni í ár. Stríðið við Russland hevur vart í yvir trý ár. (Savnsmynd). - Mynd: Florent Vergnes/Ritzau Scanpix

USA steðgar nøkrum vápnaveitingum til Ukraina, tí stúran er fyri, at egnu goymslurnar hjá USA eru vorðnar ov lítlar.

Tað sigur ein ónevndur embætismaður í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, við tíðindastovuna Associated Press (AP). Embætismaðurin tosaði við treyt um dulnevni.

Sambært embætismanninum vísir ein gjøgnumgongd av hernaðarligum vápnagoymslum, at talið av ávísum sløgum av vápnum, sum hava verið lovað Ukraina, er ov lágt í goymslunum hjá hjá USA.

Embætismaðurin upplýsti ikki, hvørji ávís vápn verða hildin aftur.

Upplýsingarnar um, at nakrar vápnaveitingar eru steðgaðar, eru staðfestar í eini fráboðan frá talskvinnuni í Hvítu Húsunum, Anna Kelly.

- Avgerðin er ætlað at seta áhugamálini hjá USA í hásæti eftir eina endurskoðan av hernaðarliga stuðlinum og hjálpini hjá landi okkara til onnur lond kring heimin.

Tað er tó eingin orsøk at ivast í amerikansku herdeildunum, leggur hon dent á.

- Styrkin hjá amerikanska herinum er óumstrídd - spyr bara Iran, sigur Kelly og vísir til amerikansku rakettálopini á iransk kjarnorkuverk í juni.

Sambært AP avspeglar avgerðin eina nýggja raðfesting undir amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum tók við í januar. Ukraina hevði fingið lovað ávís vápn, meðan forsetin Joe Biden sat í embætinum.

Steðgurin á veitingunum av ávísum vápnum er eitt slag fyri Ukraina, sum í ár er farið inn í triðja árið av stríðnum við Russland.

Seinastu tíðina hevur Russland framt nøkur av sínum størstu loftálopum á Ukraina í krígnum, sum hevur givið vónunum um eitt gjøgnumbrot í samráðingunum um vápnahvíld, sum Trump hevur víst á ynski um.

Samráðingarnar millum partarnar eru steðgaðar.

Síðani Russland herjaði á grannalandið í februar 2022, hevur USA veitt vápn og hernaðarliga hjálp fyri yvir 66 milliardir dollarar - 417 milliardir krónur.

Sambært danska uttanríkisráðnum hevur Danmark til samanberingar latið umleið 67,6 milliardir krónur til Ukraina í hernaðarligum stuðli.

 

/Ritzau/

 

Á myndini síggjast ukrainskir hermenn í støðu ikki langt frá hermótinum 14. juni í ár. Stríðið við Russland hevur vart í yvir trý ár. (Savnsmynd). - Mynd: Florent Vergnes/Ritzau Scanpix