Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, skjýtur nú við skørpum eftir tjóðskaparsinnaðum politikarum í Føroyum.
Hann kallar framferðina hjá teimum ússaliga, nú ES ætlar at seta handilstiltøk í verk ímóti føroyingum.
Hann heldur ómetaliga lítið um, at føroyskir politikarar nú harta donsku stjórnina fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at sleppa undan, at ES handilstiltøkum ímóti Føroyum.
- Tað er beinleiðis ússaligt av tjóðskaparsinnaðum politikarum í Føroyum at biðja Danmark um hjálp í fiskikrígnum við ES.
Bárður Nielsen, sum eisini er formaður í Fíggjarnevndini, staðfestir, at tað eru nógv ár síðani føroyingar yvirtóku fiskivinnusamráðingar við onnur lond, frá donskum myndugleikum.
- Tað eru vit sjálvi, sum hava samráðst við ES um sildina og makrelin, staðfestir hann
- Tí er tað ússaligt, at vit nú leggjast eftir donsku stjórnini fyri ikki at hava vart okkum nóg manniliga.
- Lat okkum so eisini sjálvi taka í egnan barm og loysa trupulleikan, sigur Bárður Nielsen
- Tað eru nógv ár síðani vit tóku samráðingarrættin frá dønum og tí nyttar ikki nú at standa og rópa eftir dønum fyri ikki at hava hjálpt okkum nóg mikið, leggur hann afturat.
- Tað eru vit sjálvi, sum hava ásett okkkara kvotur og tað eru vit sjálvi, sum ikki eru komin á mál.
- At brúka eitt mál, sum hetta at kóka upp undir tjóðskaparkjakið aftur er ússaligt, staðfestir hann.
- Hetta er ”typiskt fyri tjóðskaparfólkið” legði hann afturat.
Hann skoytir upp í, at hann tekur frástøðu frá, at danskar havnir verða stongdar fyri føroyskum skipum.
- Men tað er ikki orsaka av donskum myndugleikum. Tað er orsakað av eini støðu, vit sjálvi hava komið okkum út í og tí skulu vit sjálvi loysa trupulleikan, sigur Bárður Nielsen, sum her situr høgrumegin, saman við Edmundi Joensen, fólkatingsmanni.