Bara í Tórshavnar kommunu er tørvur á 150 heilsurøktarum í dag
Lat tað vera púra greitt, tað er Undirvísingarmálaráðið, sum hevur skyldu at útbúgva starvsfólk. Men kommunurnar eru til reiðar.
Tórshavnar kommuna hevur sett tvær milliónir av til at útbúgva heilsustarvsfólk í 2026. Kommunan var í ferð við at viðgera einastu umsókn, sum kom inn, men hevur síðan fingið boð um, at ov fáar umsóknir eru til at útbúgva seg.
Okkum tørvar tí ein útbúgvingarleist, har starvsfólk, sum longu eru á eldraøkinum, kunnu førleikamenna seg og útbúgva seg sum heilsurøktara ella heilsuhjálpara, meðan tey partvíst eru í starvi.
Tí er neyðugt við einum útbúgvingarleisti, sum er fleksibul, og har undirvísingin í stóran mun er á netinum, á staðnum har næmingarnir arbeiða og aðrar tíðir í heilsuskúlanum í Suðuroynni.
Tað hevði styrkt eldraøkini kring landið beinavegin. Tí stórur tørvur er á starvsfólkum innan eldraøkini.
Elsa Berg,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu










