Útbyggingin av Rásini í Saltangará er liðug

Hátíðarhald verður í morgin 5. september

Fríggjadagin 5. september 2025 verður hátíðarhald á Rásini á Heiðavegi 67 í Saltangará í sambandi við at útbyggingin av skúlanum er liðug, skrivar landsverk.fo.

 

Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum setti hakan í 4. juli 2023 og nú er útbygdi skúlin klárur at taka í nýtslu.

Rásin er eftirskúlatilboð til ung við menningartarni. Við útbyggingini kann skúlin framyvir rúma 14 næmingum.

Opið hús er fríggjadagin 5. september 2025 frá kl. 12.00-17.00 - har øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar landsverk.fo.