Útifundur við nógvum tónleiki

Bólkurin Face to Face, og tveir bólkar sum vanliga plaga at spæla til ungdómsmøtið í Berøa framføra á útifundinum á tivoliøkinum. Eisini verður onkur okkurt orð við á vegnum

- Vit hava lagt upp til at tað skal vera rættiliga nógvur tónleikur á útifundinum, sigur Niels Jacob Nielsen, ið er ein av fyrireikarunum av útifundinum.

? Bólkurin Face to Face var millum annað við á Gospelfestivalinum. Ein av manningini er úr Runavík, meðan hinir eru úr Leirvík. Teir spæla harðan tónleik.

- Harumframt hava vit tveir bólkar, sum vanliga plaga at spæla og syngja til ungdómsmøtini í Berøa. Tilsaman eru tey eini 15 fólk.

- Tað krevur rættiliga nógv fyri at fáa alt virka sum tað skal, tá ið tað er úti. Men vit vóna at fáa at koyra.

Men tað verður kortini ikki bara tónleikur og sangur á útifundinum. Poul Johan Djurhuus fer at hava eitt orð.

Eftir útifundin er opið hús í Berøa. Teir báðir bólkarnir, sum hoyra til húsið koma at syngja og spæla. Annara verður onkur vitnisburður og drekka.


Luttaka hjá hvørjum øðrum

Ungdómurin í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum hevur einki tiltak á skránni leygarkvøldið. Hetta kemst av, at tey heldur hava valt at luttaka í tiltakinum, sum Berøa sikipar fyri. Í fjør var øvugt. Tá hevði Berøa einki tiltak leygarkvøldin, men tey luttóku á tiltakinum, sum ungdómurin í Missións- og Ungdómshúsinum hevði.

Fríggjakvøldið hevur Berøa hinvegin ungdómsmøti, meðan opið hús er í Missións- og Ungdómshúsinum.