Útiøkið er nú dagført

- Tá økið við Látipípuna verður liðugt, verður tað útiøkið í Gjáarlon, har tey minstu børnini ganga, sum fer at fáa eina yvirháling

- Økið rundan um barnagarðin Látipípuna í Vestmanna hevur nú fingið eitt lyft – hetta fyri at skapa eitt innbjóðandi og fjølbroytt útirúm, sum bæði børn, starvsfólk og familjur kunnu fáa gleði av. 

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.

 

Í fjør summar skiftu húsavørðarnir hjá kommuni graslíkið á vøllinum og gjørdu eitt trampolin- og klintriøki, samstundis sum teir eisini smíðaðu eitt eyka ítrivsrúm inni.

 

- Arbeitt verður framvegis við at menna økið, og fyrr í mánaðinum varð undirlag úr gummi lagt undir klintristativið og reiggjurnar á spæliplássinum.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at í næstum verður ein súkklubreyt gjørd í ovara parti av garðinum, sum fer at geva børnunum enn fleiri møguleikar til spæl og rørslu.

 

- Eisini verður ymiskt máliarbeiði gjørt, og runnar og trø verða plantað fyri at skapa lívd og hugna.

 

Sagt verður, at í Látipípuni ganga tey elstu børnini, áðrenn tey fara í skúla.

 

- Í dagtímunum brúkar barnagarðurin økið til sítt dagliga virksemi, men øll eru annars vælkomin at brúka spæliplássið, bálsmáttuna og aðrar hentleikar á staðnum.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at tá økið við Látipípuna verður liðugt, verður tað útiøkið í Gjáarlon, har tey minstu børnini ganga, sum fer at fáa eina yvirháling.

 

- Ætlanin er eitt nú at gera útiøkið meira grønt við bakkum og einari á, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##