Tað er hørð kapping um plássini í Chelsea. Hetta má 23 ára gamli fransmaðurin, Gael Kakuta, ásanna. Fyri sjey árum síðani skifti hann frá Lens til Chelsea, har hann tó ongantíð hevur fingið veruligt gjøgnumbrot.
Sum tannáringur varð hann annars spáddur at gerast ein heimsstjørna, og tað gekst honum eisini væl í ungdómsdeildini hjá Chelsea, har hann fyrsta árið gjørdist toppskjútti í ungdómsdeildini. Árið eftir fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Chelsea, og eitt nú kann hann eisini erpa sær av at vera yngsti spælari, sum hevur umboðað Chelsea í Champions League.
Tað bleiv tó einans til seks dystir fyri besta liðið. Ein av orsøkunum er, at hann hevur verið nógv útleigaður til onnur feløg. Í dag boðar Chelsea frá, at felagið hevur leigað hann út til spanska Rayo Vallecano. Hetta er ikki færri enn sættu ferð, at hann verður útleigaður.
Hann hevur áður verið útleigaður til Fulham, Bolton, Dijon, Vitesse og Lazio.