Árliga Visit Faroe Islands søluverkstova byrjaði í morgun. Hetta er 17. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál. Hetta er eitt tað stórsta ferðavinnutiltakið í Føroyum fyri útlendskum ferðasmiðum og tískil gleðast Visit Faroe Islands saman við vinnuni um árliga átakið.
Eins og í fjør luttaka fleiri enn 50 umboð úr 16 ymiskum londum kring heimin, sum t.d. úr hinum Norðanlondunum, Belgia, Týskland, Italia, Frakland og USA. Eins og undanfarin ár er stórur áhugi hjá føroyskum fyritøkum at taka lut. 40 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru við, fleiri av teimum eru nýggjar fyritøkur og við fyri fyrstu ferð, t.d. ARA Tours, Faroe Trekking, Faroeway Adventures, Seatravel.fo og Vert.
Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at víðka um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta, er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.
##med2##
Vit eru serstakliga glað fyri stóra áhugan og undirtøkuna í ár bæði frá útlendskum og føroyskum fyritøkum, mest tí at vit síggja hvørt ár ein áhuga frá nýggjum ferðasmiðum sum ikki hava verið í Føroyum áður og tískil kunnu vit raðfesta hesi fram um tey sum hava verið við til átakið fyrr – sigur Súsanna Sørensen, fyriskipari og Marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands.
Norðurlandahúsið er karmur um verkstovuna, sum byrjaði kl. 9.00 í morgun, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum og hoyra um teir mongu møguleikarnar, ið eru í Føroyum sum ferðavinnumál. Í kvøld er døgurði í Silo, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.
##med3##
Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.
Krediterast sum: Visit Faroe Islands Myndir frá seinast í 2022