– Útnorðurbandin, skrivar íslendska forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, skemtiliga á Instagram.
Saman við tekstinum hevur hon lagt eina selfie av sær sjálvari saman við grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen og føroyska løgmanninum Beinir Johannesen.
Tey trý hoyra til yngra ættarliðið av politiskum leiðarum.
Kristrún Frostadóttir er 38 ár, Jens-Frederik Nielsen er 35 ár, og Beinir Johannesen er 29 ár. Miðalaldurin hjá teimum trimum er sostatt 34 ár.
Kristrún Frostadóttir hevur eisini sett grønlendska, íslendska og føroyska flaggið undir orðini „Vestnorræna gengið“ og taggað hinar báðar stjórnarleiðararnar.
Myndin varð løgd á Instagram-story hjá íslendska forsætisráðharranum í gjár.











