Útnorðurráðið stuðlar grindadrápi

Útnorðurráðið samtykti á árliga fundinum, at limalondini stuðla rættinum hjá føroyingum til grindadráp.

Útnorðurráðið hevur seinastu dagarnar verið í Føroyum, har ráðið millum annað hevur havt sín árliga aðalfund. 


Í samband við aðalfundin hevur ráðið samtykt ymiskir tilmælir, harímillum eitt, har staðfest verður, at hini limalondini, Ísland og Grønland, stuðla rættinum hjá føroyingum til grindadráp. 


- Útnorðurráðið stuðlar rættinum hjá Føroyum at varðveita árhundraða longu siðvenjuna fyri grindadráp. Ráðið undirstrikar, at tey vesturnorðurlendsku londini hava rætt og skyldu til, at gagnnýta alt havsins tilfeingi á ein burðardyggan hátt, og at fyri mong, so hevur hvala-, sela- og grindaveiða alneyðugan týdning fyri matvørubúskapin hjá íbúgvunum, skrivar Útnorðurráðið í eini fráboðan.


- Vit í Útnorðurráðnum mugu standa saman at verja rættin at brúka okkara tilfeingi. Okkara útmelding vísir, at Føroyar ikki eru einsamallar, sigur Unnur Brá Konraðsdóttir, varaforkvinna í Útnorðurráðnum.