Útoyggjafelagið sleppur við seinni

Jacob Vestergaard ger greitt, at útoyggjafelagið sleppur at siga sína hugsan, áðrenn landsjørðin verður einskild.

Í gjárkvøldið segði Óla Jákup í Dímun seg harmast um at Útoyggjafelagi ikki var sloppið upp í part, nú hann hevði frætt at Jacob Vestergaard hevði gjørt ein arbeiðsbólk, ið er settur at viðgera avgerandi spurningar í vinnuni.

 

Eitt av málinum, ið arbeiðsbólkurin er settur at útgreina, er einskiljingin av landsjørðini í Føroyum.

Men einki umboð frá landbúnaðarvinnuni er við, sigur Jacob Vestergaard.

- Nú er tað soleiðis at vit hava ein arbeiðsbólk við embætisfólki, ið eg havi sett at koma við einum tilmæli, og at skriva mær eitt álit um møguliga einskiljing av festijørðini, men málið er ikki komið longri enn so, sigur Jacob Vestergaard.

Hann sigur, at tey enn ikki hava sett nakran arbeiðsbólk við umboðum úr vinnuni, ella umboð, ið umsita festijørn, men at hetta kemur seinni.

- Tá ið málið kemur hartil at eitt møguligt lógaruppskot verður, tá verða allir partar sjálvandi bodnir við, og tá gangi eg eisini útfrá, at millum annað útoyggjafelagið verður boðið við, og at allir partar verða hoyrdir, sigur Jacob Vestergaard.